Erik úr Belgia verður dómari

Tað verður møguleiki at síggja dystin, tá ið HB i kvøld fer at spæla í Haifa

Tað verður belgiskur dómari, tá ið HB klokkan 18 í kvøld fer á vøllin í Haifa, har setningurin ímóti Maccabi Haifa er at vinna eitt so gott úrslit, at tað verður møguleiki á heimavølli um eina viku at spæla seg víðari í kappingini.

 

Dómarin eitur Erik Lambrechts úr Belgia. Hann er 36 ára gamal, og hann hevur dømt í bestu belgisku deildini síðani 2011. Samlaða dystartalið hjá honum í bestu deildini er 181, og hann hevur eisini dømt altjóða dystir, bæði í landsliðshøpi og í europeisku kappingunum.

 

Hagtølini siga, at hevur dømt tríggjar a-landsdystir. Tann síðsti var vinardysturin millum Holland og Georgia 6. juni. Holland vann 3-0 á heimavølli, og dómarin hevði tvær ferðir gula kortið á lofti.

 

Erik Lambrechts hevur dømt tíggju dystir í Europa League og tveir dystir í Champinons League kvalifikatiónini.

 

Síðsti dysturin, sum hann dømdi í Europa, var 27. juli, tá ið Ferencvaros  úr Ungarn vann 3-1 á útivølli ímóti Zalgiris úr Litava. Tá var gula kortið fimm ferðir á lofti.

 

Tað fer at bera til at fylgja við dystinum í Haifa. Sambært upplýsingar frá HB er leinkjan hendan https://www.laola1.at/de/ott/de-at/playerpage/818332?fbclid=IwAR1mjGmp1dcAsiep0eXNXn01SAy--0Q6POZPoOV9uGNz_XRzUN-Zahd-KuY