Erik Olsen í Smiðjuni í dag

Rituvíkingurin Erik Olsen, sum hevur búð í Íslandi og Danmark síðstu mongu árini, letur seinnapartin í dag upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Talan er um prýðislutir og brúkslist úr kopari, stáli, granitti og øðrum tilfari, ið verða sýndir fram undir merkinum »Erik Olsen Design«, og eru lutirnir á framsýningini yvir 50 í tali.

Síðstu 10-15 árini hevur Erik Olsen miðvíst arbeitt við at gera ymsar lutir úr komprimeraðum stáli og kopari og granitti, og gjarna leggur hann stóran dent á, at skap, litir og funktión skulu ganga upp í eina hægri eind, samstundis sum handverksliga dygdin hevur nógv at siga.

»Erik Olsen Design« fevnir í dag um alt frá fleiri røðum av ljósastakum og skálum til borð, stólar og spegl, har omanfyri nevnda tilfar er afturvendandi í øllum listaverkunum.

Bygdamaðurin hjá Eriki, Hans Tausen Olsen, býráðslimur í Runavík, fer í dag kl. 17 at seta framsýningina, sum verður opin komandi tvær vikurnar, til sunnudagin 24. september ? hvønn dag frá kl. 14 til 20.