Erik Lervig skal stjórna Eysturkommunu

Bygdaráðini í Gøtu- og Leirvíkar kommunu hava sett Erik Lervig sum kommunustjóra í Eysturkommunu

Eysturkommuna fer formliga at virka frá 1. januar 2009, og ein av fyrstu uppgávunum hjá kommunustjóranum verður at fyrireika og fremja samanleggingina av umsitingunum í verandi kommunun og at skipa ein bygnað fyri Eysturkommunu, skrivar www.gota.fo

Erik Lervig er 38 ára gamal, hevur bankaútbúgving frá Føroya Banka og siviløkonomútbúgving frá Handilsháskúlanum í Sønderborg.

Erik Lervig hevur royndir sum fulltrúi frá Toll og Skatt, grannskoðari hjá Landsgrannskoðaranum, og síðani 2000 hevur hann verið fíggjarleiðari hjá IRF, har hann eitt nú eisini hevur havt ábyrgdina av umsitingini og starvsfólkamálum.

Erik Lervig byrjar í starvinum sum kommunustjóri í Eysturkommunu tann 1. august 2008.