Levi Mørk, Skúlastýrislimur hjá Tórshavnr Kommunuskúla
-------
Viðmerkingar til grein hjá Hanusi Joensen, skúlastjóra, dagfest 19.03.2010 í Dimmalætting, sum hann nevnir »Viðmerkingar til ætlan býráðsins um fútaforboð«.
Eg taki ikki undir við, at mítt navn verður lagt til lesarabrævið hjá Hanusi Joensen, skúalstjóra.
Eg siti í løtuni í skúlastýrinum í Tórshavnar kommunuskúla, og eg kenni einki til hasa samtyktina, eri ikki ein partur av henni og taki ei heldur á nakran hátt undir við henni.
Skúlastjórin veit fullvæl, at eg meldaði klárt út á seinasta skúlastýrisfundi 18.03.2010, at eg vildi ikki viðgera mál um 10. flokk, tí tað stríðir ímóti býráðssamtykt, sum eg sjálvur eri partur av. Hetta er somuleiðis felt niður í gerðarbókina.
So lat meg staðfesta einaferð enn, at eg eri ikki partur av hesari samtyktini hjá skúlastýrinum frá 18.03.2010, ei heldur skrivinum, sum skúlastjórin hevur undirskrivað og sent til miðlarnar.










