Tað hevur ikki verið uttan hóvasták hjá Svøríki at sleppa upp í verjusamgonguna, Nato, og enn er landið ikki vorðið limur.
Finnland stríddist eisini við at fáa góðkenning, men Finnland gjørdist fyrr í ár Nato-limaland nummar 31.
Londini, sum hava ligið í buktini, bæði tá ræður um Finnland og Svøríki, eru Turkaland og Ungarn.
Fyri at taka nýggj lond upp í verjusamgonguna, er tað ein treyt, at øll verandi Nato-lond skulu góðkenna umsóknina.
Í dag veit Reuters at siga, at turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdoğan, umsíðir hevur sent svensku umsóknina til tjóðartingið til góðkenningar.
Tað var annars eftir russisku innrásina í Ukraina í februar í fjør, at bæði Finnland og Svøríki gjørdu av at søkja um Nato-limaskap.











