Erdogan ávarar mótmælisfólk

Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, ávarar nú mótmælisfólkini í landinum og sigur, at skjótt er tol hansara uppi.

– Vit hava víst stórt tol og gera tað enn, men eitt mark er fyri, hvussu tolin vit eru, segði Erdogan í eini røðu í gjár.

Forsætisráðharrin hevur verið á rundferð í fleiri turkiskum býum, og í gjár kom hann aftur til Ankara, har túsundtals viðhaldsfólk tóku ímóti honum.

– Turkaland hevur upplivað slíkar handingar fleiri ferðir fyrr, og vit fara eisini at koma ígjøgnum hetta, segði Erdogan.