Erdogan er í øðini inn á vesturheimin

- Vestanlond halda ikki altjóða lógir, tí tað er muslimskt blóð, sum rennur, sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, fýlist í dag harðliga at ísraelsku álopunum á Gaza, og hann fýlist eisini harðliga at vesturheiminum í hesum sambandi.

 

Hann umrøður ísraelsku álopini á Gaza sum barbarisk og sigur, at álopini einki hava við sjálvverju av Ísrael at gera.

 

Hetta veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

 

Turkiski forsetin ákærir eisini vesturheimin fyri óavmarkaðan stuðul til ísraelsku álopini - heldur enn at royna at avmarka stríðið millum partarnar.

 

- Vestanlond halda ikki altjóða lógir, tí tað er muslimskt blóð, sum rennur, sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í dag.

 

Til lesarans kunnleika kunnu vit upplýsa, at Turkaland er limur í verjusamgonguni Nato, men landið er ikki limur í ES.