Er vorðið fleiri túsund krónur dýrari hjá fleiri húsaeigarum

– Og alt bendir á, at tað verður upp aftur dýrari hesar næstu mánaðirnar, sigur Landsbankin

Hesar seinastu mánaðirnar er rentan hækkað fleiri ferðir og tað rakar fleiri húsaeigarar hart. Landsbankin sigur, at tey, ið verða rakt av rentuhækkingunum, eru tey, sum hava lán við broytiligari rentu. Í miðal er rendan hjá føroysku bankunum hækkað frá at vera 2,9 prosent í august í ár til at vera 3,23 prosent tann 1 oktober – og tað er alt, sum bendir á, at rentan fer at hækka enn meira hesar næstu mánaðirnar.

 

Økt útlánsrenta merkir øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og onnur nýtslulán.

 

Hækkar rentan eitt prosentstig, hækka rentuútreiðslurnar umleið 800 krónur um mánaðin fyri hvørja millión krónur, ið ein skyldar. Tó merkir hetta ikki altíð at lánsgjaldið hjá tí einstaka hækkar 800 krónur um mánaðin fyri hvørja millión, tí leggjast skal eisini upp fyri rentustuðli, og at afturgjaldstíðin kann verða longd.

 

Landsbankin sigur, at tey, sum verða rakt av rentuhækkingunum, eru tey, sum hava lán við broytiligari rentu. Næstan 87 prosent av lánunum hjá føroysku húskjunum hava broytiliga rentu. Lánini í føroysku bankunum hava øll broytiliga rentu, og sostatt vera tey, sum hava hesi lánini, beinleiðis rakt av rentuhækkingunum.

 

Realkredittlánini hava ymsar rentubindingar. Tað merkir, at realkredittlán við broytiligari rentu hava rentu, ið liggur føst í ½ til 5 ár, og húski við slíkum realkredittlánum verða ikki øll rakt beinanvegin av rentuhækkingum. Tey, ið hava realkredittlán við fastari rentu, verða ikki rakt av rentuhækkingunum.