Tann málsligi samskiftistrupulleikin er íkomin tí verandi føroyska skriftmálið ikki nøktandi umboðar føroyska málið, men í alt størri mun líkist einum nýføroyskum esperanto, ið meiri fremmandager enn upplýsir. Børn og vaksin hava mangan ilt við at skilja sítt “egna” mál í hesi nýføroysku esperanto útgávuni og kunnu tí lætt enda sum funktionellir analfabetar.
Hyggja vit eftir fakmálinum í matematik, fysik, kemi, biologi ella geografi so stendur enntá verri til. Mangan er ongin associasiónsmøguleiki ella hugsamband millum fakmálið, sum vit vanliga kenna tað og sum londini uttan um okkum brúka og hetta babylonska nýføroyska fakmálið, ið uttan nakra lógarheimild verður kroyst niður yvir børnini. Foreldur, ið annars eru vanliga dugnalig og ynskja at hjálpa sínum børnum, standa mangan líka so spyrjandi sum børnini. Hetta er onki minni enn grov málslig happing at taka móðurmálið fra fólki, og er helst eisini brot á vanlig mannarættindi. Avleiðingarnar av at einsrætta og heilavaska onnur kenna vit frá søguni, so kanska áttu vit at steðga hesum málsliga ørskapinum, áðrenn størri skaði hendir. Útsøgnin hjá eysturríska filosoffinum Ludvig Wittgenstein (1889-1951) um at eingin kann hugsa longri enn hann hevur mál til, tykist tíverri at raka føroysku børnini í ólukku máta, fremmandagjørd á sínum egna máli.
Samanbera vit úrslitið av PISA-kanningini við eitt nú føroysk tónleika avrik, so er stórur munur. Úrmælingar úr Eysturoynni hava júst vunnið eitt heimsmeistara heiti í London, men teir hava heldur ikki purismuna at sláast við.
Ein glotti er tó at hóma. André Niclasen gav í summar út bók ið hann nevnir: FØROYA MÁL Á MANNA MUNNI – móðurmálið og málrøkt. Eitt kærkomið íkast til málsligt ríkidømi fyri tey sum ynskja eitt relevant, livandi og viðkomandi nútíðar føroyskt mál. – bæði í skrift og talu.