20 ára gamli føroyingurin, sum í síðstu viku fekk skaða í jarðskjálvtanum á Kos, er nú á veg heim aftur til Føroyar eftir, at hann sunnudagin bleiv útskrivaður av sjúkrahúsinum.
Tað var í síðstu viku, at Borgaratænastan hjá Danska Uttanríkisráðnum upplýsti fyri Miðlahúsinum, at ein ungur føroyingur hevði fingið skaða í jarðskjálvtanum, ið rakti oynna um hálvgum tvey tíðina lokala tíð.
Ungi maðurin varð fluttur á sjúkrahús, men upplýst bleiv, at talan ikki var um ein álvarsligan skaða. Sunnudagin bleiv ungi maðurin útskrivaður og er í løtuni á veg heim til Føroyar.
Í Sosialinum, ið verður borin út til øll húskir í landinum í morgin, er ein longri samrøða við unga mannin.
Tvey fólk doyðu og umleið fimmhundrað fólk blivu løstað í jarðskjálvtanum, ið hevði sín miðdepil undir havbotninum millum Kos og Turkaland.










