Í hesum døgum viðger Løgtingið trý uppskot frá andstøðuni um at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur. Og tað hevur skapt órógv í samfelagnum, tí Johan Dahl, tingmaður fyri flokkin, hevur gørt púra greitt, at hann fer at atkvøða fyri uppskotunum. Á landsfundinum í Sambandsflokkinum gjørdi hann greitt, at hetta málið hevur so stóran týdning fyri hann, at hann fer at atkvøða eftir síni sannføring, og tí atkvøður hann fyri.
Annars stendur í samgonguskjalinum, at skulu tinglimir í samgonguni atkvøða fyri uppskotum frá andstøðuni, skal øll samgongan verða samd um tað. Hinvegin ásannar løgmaður, at hetta er ein trupulleiki, og tí fer tað ikki at henda seg aftur, at Sambandsflokkurin bindur seg til eitt lyftið, sum hetta.
Hann sigur, at í slíkum málum eigur tað at standa tinglimum frítt at atkvøða eftir síni egnu sannføring.
Men tað eru nógv sambandsfólk, sum eru ørg inn á Johan Dahl um hesa støðuna. Hans Kristian A. Abrahamsen, formaður í Samhaldi, sum er lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, hevði eina serliga avgjørda støðu. Hann gjørdi púra greitt, at verður avleiðingin, at samgongan fellur av hesum, skal hann vera tann fyrsti at skriva undir upp á, at blaka Johan Dahl úr flokkinum.
Tað eru eisini onnur sambandsfólk, sum átala hann fyri ikki at ganga í takt. Men hann fekk eisini undirtøku frá øðrum sambandsfólkum, ikki minst teimum í Unga Sambandinum.
Les eisini: Hann setir seg upp ímóti samgonguni- einaferð enn
Vit hava meiri um eina løtu
Les eisini: Hann setir seg upp ímóti samgonguni- einaferð enn
in.fo/news-detail/hann-setir-seg-upp-imoti-samgonguni-einaferd-enn