er teg leysan av hóttandi oljuútreiðslum

Varandi orka hoyrir náttúrliga heima í einum lágorkuhúsum, og við minni orkutørvi verða rakstrarútreiðslurnar eisini minni. Ein skilagóð íløga kann verða ein sólorkuskipan saman við eini hitapumpu, men ítøkiliga loysnin skal gerast til hvørt húsið sær - alt eftir umstøðunum

Lágorkubygging

 

Orkutørvurin í einum lágorkuhúsum er nógv minni enn í einum vanligum húsum. Hetta kemur av, at hitatapið gjøgnum veggir, tak og gólv er nógv minni enn vanligt. Eisini eru húsini nógv tættari, so hitin fer ikki burtur við gjóstri. Tí skal eisini nógv minni orka til at bera upp fyri hitatapi enn í einum vanligum húsum.

Tað siga teir, sum skipa fyri temakvøldi um lágorkubygging í Miðlahúsinum í Vágsbotni í kvøld (sí eisini grein á næstu síðu).

Tað eru feløgini Farhouse og RenoVent í Føroyum og danska felagið Bozel, sum standa aftanfyri tiltakið í Miðlahúsinum, ið byrjar klokkan 19.

 

Størri tilvitan

Feløgini leggja aftrat, at um rætt verður atborið, verður orkutørvurin til at hita vatn eisini minni enn vanligt við einum lágorkuhúsum, tí nýtslan verður meira tilvitað.

- Samlaða úrsltið er, at orkutørvurin um veturin minkar heilt nógv, meðan nýtslan av heitum vatni, ið er nærum tann sama alt árið, fær ein størri týdning fyri samlaðu orkunýtsluna. Tí skal hitaskipanin eisini hugsast øðrvísi enn vanligt.

Feløgini siga, at upphitingin eisini kann gerast umvegis luftskiftið, so hitavekslari verður settur á til endurvinning av luftini, ið verður sogin úr lágorkuhúsunum.

 

Varandi orka

- Varandi orka hoyrir náttúrliga heima í einum lágorkuhúsum, og við minni orkutørvi verða rakstrarútreiðslurnar eisini minni. Ein skilagóð íløga kann verða ein sólorkuskipan saman við eini hitapumpu, men ítøkiliga loysnin skal gerast til hvørt húsið sær - alt eftir umstøðunum.

Feløgini vísa á, at ein hitapumpa gevur ikki í sær sjálvum grøna orku. Tað veldst um, hvussu góð hon er og um, hvussu streymurin til at reka hana verður framleiddur.

- Rákið er tó, at ein alsamt størri partur av elveitingini verður vindur og vatn – og seinni eisini alduorka. Henda orkan er mest um veturin, tá sólorkan gevur minst, meðan sólorkan gevur mest í summarhálvuni. Tí hóska hesar skipanir væl saman og koma í staðin fyri eina oljufýring.

Víst verður á, at við hesum leisti eru húsini so leys av olju, sum tey kunnu verða, uttan eisini at slíta elveitingina.

- Oljuprísurin verður tá eingin hóttan fyri heimabúskapin, siga feløgini.

 

Dygdin varðveitast

Tað hevur stóran týdning, at sólorkuskipanin og hitapumpan eru haldgóðar og verða settar rætt upp, so tær geva ta orku, ið verður lovað – og at tær eisini gera tað um 10 ár.

- Tí loysir tað seg sjáldan at keypa bíligastu loysnirnar. Hitakipanin er partur av húsinum, og hon skal hava somu dygd sum restin av lágorkuhúsinum, siga feløgini, sum standa aftanfyri temakvøldið um lágorkubygging í Miðlahúsinum í kvøld.