Er tað nú so ræðuligt?

Tað var sera áhugavert at hoyra formannin í Ráðgevandi nevndini, Arne Larsen, tá hann varð spurdur um, hvussu skjótt Føroyar kundu laga seg til at klára seg uttan blokkstuðul. Eg hugsi flestøll høvdu roknað við, at hann fór at siga ongantíð ella kanska um 50-100 ár. Men hann metti 5 ár vera nóg mikið at tillaga føroyska búskapin uttan blokkstuðul

Sjálvur havi eg hildið tað verið skeivt at gera alt ov sterkar niðurstøður um hetta, áðrenn tað er kannað til botns av fakfólki. Búskaparbólkurin, sum nú er settur, fer at viðgera spurningin út í æsir.


Livandi orðaskifti um búskaparligar spurningar

Kortini er tað gleðiligt, at fjølmiðlarnir longu nú hava hýst einum livandi orðaskifti um búskaparligar spurningar. Búskaparfrøðingar hava ført sjónarmið fram, bankastjórar og almenningurin annars. Eitt so livandi orðaskifti um hendan spurning hava vit ongantíð havt fyrr, og her sæst longu eitt úrslit av tí at seta sær mál og mið fyri politikkinum. Fullveldispolitikkurin hjá samgonguni vísir á eina leið og hetta fær fólk at taka støðu og síggja tingini í samanhangi.

Tað vísir seg í hesum, sum í so nógvum, at meiningarnar eru ymiskar millum búskaparfrøðingar. Summir siga, at ongin møguleiki er fyri broytingum í búskapinum og vinnuni - alt stendur í stað - og tískil fer ein minkandi blokkstuðul bara at merkja, at vit missa eina milliard. Aðrir hyggja eisini at, hvat kann henda um teir politisku og vinnuligu karmarnir broytast og meta, at blokkstuðulin er ein politisk forðing fyri nýskapan og broytingum.

Lesur tú tað, sum er ført fram meira gjølla, ber longu nú til at gera sær nakrar fyribils niðurstøður, sum ikki endaliga svara spurninginum um búskaparligt sjálvbjargni, men sum siga nakað um, hvussu fjart ella nær vit eru frá hesum máli, sum helst allir politiskir flokkar kunnu taka undir við.


Nøkur sjónarmið

Eg ætli mær ikki at endurgeva einstaklingar fyri síni sjónarmið, men heldur royna at samanfata tað sum er komið fram. Tað er greitt, at fleiri tættir eru í metingini um ein sjálvbjargnan búskap. Serliga tveir høvuðstættir eru tiknir fram:


1. Hvussu er gjaldsjavni okkara?


2. Hvussu stóran part av almenna virkseminum fíggjar danski stuðulin í dag?


Sum tað sæst niðanfyri, so vísir tað seg, at júst í løtuni høvdu vit havt javnvág á gjaldsjavnanum, um blokkurin hvarv í morgin. Og vit høvdu eisini klárað at fíggjað ein fittan part av almenna virkseminum uttan blokkin, um vit rokna frá rentur og avdráttir uppá skuldina til danska statin og til tey lánsbrøv, sum landskassin hevur nýtt til at fíggja part av virkseminum.


Gjaldsjavnin

Í løtuni er yvirskotið á gjaldsjavnanum umleið tað sama sum blokkurin. Um blokkurin datt burtur, so varð avleiðingin, at yvirskotið hvarv og vit høvdu javnvág á gjaldsjavnanum. Men vit eru í einari serligari støðu í 1998 hesum viðvíkjandi. Høvdu vit gjørt somu uppstilling í áttatiárunum, har stórt undirskot var á gjaldsjavnanum, so hevði als ikki borið til. Men tað eru í løtuni ikki trupulleikar við gjaldsjavnanum, sum beinleiðis forða fyri at sleppa blokkinum.

Her skal tó sigast, at fyrivarni eigur at takast fyri, at konjunkturarnir i føroyskari fiskvinnu eru søguliga góðir, at rentustøðið er søguliga lágt, og at føroyskt vinnulív hevur verið sera varið við nýggjum íløgum kreppuárini. Skuldi viðurskiftini í fiskivinnuni aftur verið meira "normal" og vaksa íløgurnar aftur, so minkar gjaldsjavnayvirskotið.

Til tess at mótvirka hesum, krevst sjálvsagt ein neyv tálming av almennu og privatu nýtsluni og ein skilagóður vinnulívspolitikkur, sum kann økja um útflutningin og harvið toga gjaldsjavnan uppeftir.


Almenna nýtslan

Siga vit nú, at gjaldsjavnin við skilagóðum politikki ikki er trupulleikin, so er hin avleiðingin. 908 mió. kr vera minni í inntøkum hjá landskassanum skuldi blokkurin horvið eftir einari nátt. Verður fíggjarlógin kannað meiri gjølla, so sæst at blokkurin í 1998 og 1999 í veruleikanum fer til rentur og avdráttir. Ár 2000 og 2001 eru avdráttir og rentur lægri, men so í 2002 fer størsti parturin aftur til rentur og avdráttir. Sostatt ber til at siga, at um landskassin ikki aftur fer at fíggja ein part av virksemi sínum við lánum, so gjalda inntøkurnar av skatti og avgjøldum ein fittan part av teimum almennu tænastunum, sum eru í dag. Henda niðurstøða byggir sjálvsagt á, at vit kunnu niðurgjalda skuld, samstundis sum vit minka blokkstuðulin, og júst tað er ein fyrimunur við eini skiftisskipan.

Roknistykkið millum blokk og skuld sær soleiðis út sambært fíggjarlógaruppskotið fyri 1999.


Sí talvu 1


Her má kortini takast tað fyrivarni, at neyvan kann roknast við, at landskassin við núverandi útreiðslum er førur fyri at hava so stórt avlop, sum í 1997 og 1998. Vaksandi búskapurin økir eisini krøvini móti tí almenna. Og hartil er íløgutørvurin stórur eftir kreppuna.

Hetta er altso eitt einfalt roknistykki, sum bara hyggur at blokki og skuld í dag. Aðrir tættir mugu sjálvsagt viðgerast gjølla. Tildømis hvat blokkstuðulin kastar av sær til lands- og kommunukassar, um hann fer í umfar í samfelagnum. Hartil skulu vit meta um kostnaðin av at umsita tey málsøki, sum Danmark umsitur í dag (tey sum ikki eru íroknað blokkin).

Hinvegin ivist eg onga løtu í, at stórir møguleikar eru at reka eina dyggari og bíligari almenna umsiting enn hana vit hava í dag. Býtið millum uppgávur hjá landi og kommunum er ein lykil til at rationalisera almennu umsitingina og at fáa nakað burturúr fyrimuninum av at vera eitt lítið samfelag.


Privata vinnan

Føroyski vinnulívspolitikkurin hevur verið alt ov merktur av almennum studningi beinleiðis til privatu fyritøkurnar. Royndirnar vísa - her sum aðrastaðni - at hetta við tíðini kann minka um kappingarføri og at politiskt verður ásettur ein vinnulívsbygnaðaur, sum ikki er lønsamur. Hinvegin er lítið gjørt við tað, sum grannalond okkara royna at stuðla fyri at fáa framburð: Undirvísing, gransking og menning. Hesir tættir saman við einari vælvirkandi almennari umsiting og politiskum myndugleika verður í flestu framkomnu londum um okkara leiðir mett at vera tað, sum kann geva bestu karmarnar um vinnulívs- og vælferðaframburð. Skal peningur koma úr landskassanum, so skal hann nýtast har hann ger mest nyttu yvir tíð, og ikki til at loysa trupulleikar hjá pørtum av vinnuni, sum ikki bera seg.

Vøkstur í vinnulívinum er avgerandi bæði fyri gjaldsjavnan og inntøkur landskassans. Her er tørvur á øllum tí besta virkisføri og og hugskotsevnum vit eiga til at fáa tað besta burtur úr okkara náttúruríkidømi og okkara fólkaríkidømi.


Politikkurin frá løtupolitikki til langtíðarætlan

Tað er ein vanlig ákæra móti politisku myndugleikunum í øllum demokratiskum londum, at ov nógv orka verður nýtt til løtuspurningar og ov lítið til langtíðarætlanir. Valskeiðini fyriskipa hin politiska álmanakkan. Vit kenna hetta sjálvandi væl í Føroyum. Skulu vit vinna á mál við einum sjálvbjargnum búskapi, so má hetta broytast. Vit hava fingið eitt gott amboð í tí háttinum vit gera fíggjarlógina nú, har vit gera uppskot um játtan komandi ár og gera metingar um hvussu almenna útreiðslur og inntøkur skulu vera tey trý fylgjandi árini. Í komandi fíggjarlógaruppskoti fyri ár 2000, sum farast skal undir skjótt, kemur hesin broytti politikkur at verða lýstur. Men vit eiga eisini at gera ein langtíðarkarm fyri fíggjarlógina, sum gongur tildømis 10 ár fram og vit eiga at royna at finna eina breiða semju um hetta millum politisku flokkarnar.


Eru 4-500 mió ræðuligar?

Orðaskiftið tykist longu nú, so stutt eftir fullveldisverkætlanin fór av bakkastokki at vísa á, at spurningurin um blokkin snýr seg um at leggja okkara samfelag so til rættis, at vit klára at minka um almennu útreiðslurnar og økja um vinnuliga støði, so 3-500 mió. meira leypa av um árið. Og tað er sanniliga munir á tí, og so teimum svartastu myndunum um fleiri milliardir, sum vit verða søgd at missa. Eg vil mæla til, at orðaskiftið heldur fram, so vit upp aftur betur fáa lýst og viðgjørt hesar spurningar.

Eg vil somuleiðis mæla til, at teir flokkar og persónar, sum finnast at fullveldisætlanunum koma við einum ítøkiligum boði uppá, hvussu búskaparkarmarnir skulu vera frameftir. Annars verður hopileyst hjá búskaparfrøðingum og politikarum at kjakast og leggja ætlanir. Ongin kann tryggja blokkstuðulin í allar ævir og ongin kann tryggja seg móti teimum bakkøstum, sum kunnu henda á altjóða marknaðinum. Tað einasta vit kunnu tryggja, er at leggja karmarnar greiðar og stýra við ábyrgd innan hesar karmar.

Ein partur av orðaskiftinum er lítið ítøkiliga lýstur. Tað er spurningurin um búskaparligu trupulleikarnar av núverandi skipanini millum Danmark og Føroyar. Av at Føroyar gerast ein "studningsbúskapur" og av tí ógreiða ábyrgdarbýtinum fyri føroyskum búskaparligum spurningum, sum kreppan í nítiárunum so grefliga lýsti.

Búskparfrøðingar siga vit røttum, at framtíðina er ringt at siga nakað um. Tað skuldi borið til hjá teimum at kanna fortíð og nútíð og at lýst óhepnu avleiðingarnar av danskari umsiting av tungum málsøkjum (skúla, almannamál og heilsumál) fram til seinast í sjeytiárunum, refusjónskipanirnar fram til 1988 og blokkstuðulin síðani 1988. Tað íkastið mugu vit eisini hava fyri at kunna gera rættar niðurstøður um ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Og tað finst nógv altjóða tilfar um hesar spurningar, sum vit sjáldan hava hoyrt nakað um í Føroyum.


Høgni Hoydal

landsstýrismaður