Finnleif Guttesen, Tvøroyri
??????
Vónandi er tað ikki so galið, at alt býráði tekur undir við framferðarháttinum hjá borgarstjóranum.
Hvat í allari víðu ver viðkemur tað borgarstjóranum á Tvøroyri, hvat tær smærru kommunurnar viðgera og viðtaka. Skulu tær smærri kommunurnar, sum hava samstarv við Tvøroyri og Vág straffast , tí tær tora at viðgera mál, sum tær halda verða frægast.
Ein greið hóttan
Í Sosialinum 22. januar 2005, hóttir borgarstjórin óbeinleiðis Hvalbiar-og Fámjins kommunu, tí tær viðgera spurninginum at flyta heilsuskúlan av Tvøroyri.
Sjálvsagt hava allar kommunur rætt til at viðgera hvat tær halda verða frægast fyri Suðuroy. Og borgarstjórin á Tvøroyri skaðar alt Suðuroy, við at fara alment út og óbeinleiðis hótta tær smærri kommunurnar..
Tað verður ikki hóttanir móti øðrum kommunum og persónum, sum far Suðuroynna á føtur aftur.