Rúni Lisberg
Sumba
???????????
Til allar suðuroyingar.
Fyrsta treytin fyri vinnuligari menning í Suðuroy, er ein hugburðsbroyting hjá okkum sjálvum.
Tað hendir ferð eftir ferð, at tá onkur roynir at seta okkurt í verk her suðuri, so eru nøkur sum við øllum hundakunstum og við spillandi tungu vilja niðurbróta tað, sum bygt verður upp.
Vælsignað gevist við slíkum, tit eru so fá (tíbetur) sum eru niðurbrótandi, men ótrúliga ávirkan hava tit. Royni tit eisini at stuðla teimum, í á ymsan hátt stríðast fyri at fáa okkurt upp á føtur her suðuri, tað er eisini brúk fyri tykkum.
Til okkara fólkavaldu
Tað finnast enn nógvir møguleikar , sum fólk við tykkara valdi kunnu gera fyri okkum her suðuri.
Gott nokk koma okur nú sjálvir at reka fiskavirkini nú, eftir at Fiskavirking stakk halan millum beinini, eftir at hava tvíhildið um virkini í langa, langa tíð.
Men eitt mugu tit vita, at er tað so at flutningsstuðul og nakað av rakstrarstuðuli skal til fyri at hjólini aftur skulu mala í Suðuroy, so hava tit bert eitt at gera og tað er at geva stuðulin.
Ein slíkur stuðul kann vera afturgoldin, tá ið vinnan aftur gevur avkast.
Nú ræður um at fáa gongd í aftur og tað beinanvegin.
340 fólk ganga við ongum arbeiði her suðuri. ALS og Almannastovan skulu gjalda uml. 3 milliónir krónur í arbeiðsloysistrygging hvønn mánað til hesi fólk.
Hetta er eisini peningur, sum Føroya fólk má gjalda, men her verður goldið fyri onki arbeiði. Eg skilji ikki, at stuðul til vinnuna ikki er ein betri loysn, sjálvt um hetta kanska er dýrari. Eitt er so vist, nakað kemur væl burturúr fiskinum, eisini her suðuri.
Mær vitandi eru fýra bólkar av ungum monnum her í Suðuroy, sum hava søkt um loyvi til at fiska Svartkjaft. (Hetta fiskaslag er ikki umfata av nakrari kvotaskipan).
§2. stk 1. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap sigur, at fiskurin er ogn Føroya fólks og skal tryggja støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið.
Sandoy og Suðuroy hava onki svartkjaftaloyvi fingið.
Eg vil heita á tykkum um enn einaferð, at taka hesar umsóknir og gjøgnumganga tær, hesaferð við vælvild.
Somuleiðis verður heitt á tykkum, um at eftirhyggja teir nógvu almennu grunnar og tey nógvu fólk, í skulu eitast at kunna vegleiða og stuðla føroyskari vinnu. Nógv av hesum kenna seg alt ov trygg, plantað á sínum stóra, flata afturparti, í djúpum lenistólum, fyri stórar almennar lønir, uttan at gera peningsverk.
Ruddið her og latið fólk, sum ynskja vinnuni framgongd, sleppa framat.
Miðnámsskúla og Ellisheim
Nógv hevur verið tosað um Miðnámsskúla og Ellisheim. Hetta kemur sjálvsagt væl við hjá okkum her suðuri. Men ímillum Miðnámsskúla og Ellisheim skulu helst verða eini 50-60 ár, tað kann ikki verða meiningin at vit skulu arbeiða og liva hesi árini norðanfyri, fyri síðani at flyta suðuraftur á Ellisheim tá vit eru 70-80 ára gomul. Sum nú er, eru vit helst noydd til hetta, men vónandi vendur gongdin til tað betra.
Ongantíð áður hevur Suðuroy verið so "væl" umboðað politiskt sum nú. Einir 10-11 hálvir og heilir suðuroyingar sita og stýra okkara landi í dag, um ikki tit kunnu skilja støðu okkara, hvør skal so. Royndin liggur á borðinum framman fyri tykkum, um tit ikki klára hana, so bakki út til næsta val, allir sum ein.
Nú er nokk bíðað.