Tað er sjón fyri søgn, at norðalaga í Føroyum trívist sjálvbjargnishugurin í størri mun enn syðst í Føroyum, soleiðis at vit í gjár, sunnudagin, í Útvarpi Kringvarpsins hava hoyrt formannin í Norðoya Sambandsfelag siga, at hann metir, at skipanin, Føroyar liva undir við Heimastýrislógini, er afturúrsigld, í mun til tann tørv Føroyar hava á sambandi við onnur lond! Hetta er politiskt fyribrigdi, sum vit kundu granskað og vent og snarað av berum áhuga, men heldur eiga vit at heilsa rákinum, veruleikanum og pragmatisku tankagongdini vælkomnum.
Føroya løgmaður úttrykti ynski um sjálstøðugar Føroyar í síni løgmansrøðu ólavsøkudag 2012 og kemur útsøgnin hjá John William Joensen í kjalarvørrinum av kjakinum, sum nú er íkomið í Sambandsflokkinum. Og tað fara vit at lata Sambandsflokkin kjaka seg ígjøgnum, men ímeðan kunnu vit staðfesta og arbeiða og kunnu rannsaka okkum sjálvi sum einstaklingar, politiskir flokkar, sum fólk og tjóð.
Sambandsflokkurin hevur ein liberalan vong á fleiri økjum og at hesin eisini kennir tørv á at hava frítt at fara í mun til tjóðina er væl skilligt og púra logiskt í mun til liberala hugsan. Í stevnuská floksins stendur:
»Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í ríkisfelagsskapi við Danmark at arbeiða fyri frílýntari og hollari menning av føroysku tjóðini, stjórnarliga, fíggjarliga og mentanarliga«
Millum kjarnuvirðini á heimasíðu Sambandsfloksins stendur hetta slagorðið:
»Samstarv – millum politikarar, millum flokkar og millum lond.«
Og viðmerkingin til kjarnuvirðini er: »Ofta taka vit hesi politisku kjarnuvirði sum eina sjálvfylgju, men Sambandsflokkurin heldur, at tað er neyðugt alla tíðina at eftirmeta kjarnuvirðini og royna at geva teimum veruligt innihald.«
Hetta er tað, sum størsti og elsti flokkur á Føroya Løgtingi hevur sum stevnu og her hómast ein natúrlig framdrift í mun til tann tørv hetta oyggjasamfelagið í Atlantshavi hevur.
Lat okkum stutt hyggja at, hvat hinir flokkarnir siga um tjóðskaparmálið:
Fólkaflokkurin
Um vit hyggja at stevnumiðum Fólkafloksins hesum viðvíkjandi, so stendur um sjálvræði:
»Fólkaflokkurin er ein borgarligur tjóðskaparflokkur og hevur sum stavnhald, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vit skulu valda, har vit gjalda. Vit skulu hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræði kann einans røkkast við búskaparligum sjálvbjargni.«
Og síðani koma fleiri punkt, sum meiri og minni ítøkiliga geva boð uppá, hvat skal gerast reint búskaparliga, løgfrøðiliga og politiskt. Her eru stórar ætlanir okkara tjóð at frama – í øllum førum á skrift!
Tjóðveldi
Sokallaði loysingarflokkurin, Tjóðveldi, sigur um tjóðina og frælsi:
»Tjóðarfrælsi er fortreytin fyri at tryggja okkum javnstøðu millum heimsins tjóðir. Men tjóðarfrælsi er bert eitt amboð. Tað fær bert eitt veruligt innihald, tá ið vit skipa eitt samfelag við frælsi og javnrættindum innanhýsis.« (undir ”Hugsjónin” á heimasíðu Tjóðveldis)
Í stevnu Tjóðveldis stendur m.a.:
»1. Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.
Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.
8. Sum tjóð í frælsum landi taka føroyingar lut í altjóðasamstarvi um slík mál, sum týdning hava fyri tjóðina.«
Hetta vita øll um flokkin, men spurningurin er: Megnar hann seming um tjóðskaparmálið?
Sjálvstýrisflokkurin
Hesin flokkur, sum saman við Sambandsflokkinum er elsti flokkur á Føroya Løgtingi, sigur í síni stevnuskrá undir yvirskriftini ”Sjálvstýri og stýrisskipan”:
»Virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir, og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð. Grundlóg verður gjørd fyri Føroyar. Ríkisrættarliga støða Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu.
Bert lógir, sum í síni heild eru samtyktar av Føroya Løgtingi eiga at galda í Føroyum.
Føroyskur heimarættur og føroyskt pass eiga at verða staðfest.
Fólkatingssessirnir verða tiknir av.«
Hetta er rættiliga greið tala og eg spyrji meg sjálva, hvørjum bíðað verður eftir - 106 ár aftaná at flokkurin sá dagsins ljós.
Miðflokkurin
Miðflokkurin setir aðra politiska stevnu fremri enn tjóðskaparmálið, men undir yvirskriftini ”Stýrisskipan” stendur á heimasíðu floksins:
»1.Í øllum spurningum og avgerðum eigur føroyska tjóðin at hava fullan avgerðarrætt og ábyrgd.«
Og undir yvirskriftini »Millumtjóða samstarv« sigur Miðflokkurin:
»1. Flokkurin er ímóti ES-limaskapi. Samarbeiði okkara við onnur lond eigur at byggja á sjálvstøðugar handils- og fiskivinnuavtalur við allar heimsins tjóðir.
2. Samstarvið í útnorði og við norðurlond skal mennast.
3. Miðvíst eigur at verða virka fyri samstarvi við aðrar tjóðir á teim kunnleikaøkjum vit eru bestir til.“knohow”, sum t.d. á sjóvinnuøkinum.«
Øll hesi punkt kunnu lesast sum ein frameftirlítandi ætlan at finna Føroyum fótafesti í altjóða samfelagnum, har Føroyar hava ábyrgd og fullan avgerðarrætt.
Javnaðarflokkurin
Javnaðarflokkurin hevur sum Miðflokkurin ongantíð havt tjóðarfrælsi sum aðalmál, men sjálvt í stevnumiðunum hjá hesum sosialdemokratiska flokki stendur undir punktinum »Altjóðagerð«:
»Føroyar skulu eisini í framtíðini teljast ímillum heimsins bestu vælferðarsamfeløg. Vit skulu taka ímóti avbjóðingunum og møguleikunum í altjóðagerðini, samstundis sum vit stimbra og fjálga um okkara egna samleika og okkara egnu tjóðareyðkenni í heimssamfelagnum.«
Sum eg lesi hetta, so er eingin andsøgn hjá Javnaðarflokkinum í at taka tjóðarfrælsi, um bert atlit verða tikin til vælferðassamfelagið.
Framsókn
Framsókn er stovnað fyri at nøra um frælsið m.a. tjóðarfrælsið og undir stovnan orðaðu vit okkara sjónarmið um tjóðarfrælsi soleiðis:
»Tað er í strembanini eftir at standa á egnum beinum, at vit fáa tann størsta framburðin. Tí er føroyskt fullveldi eitt framtíðarmál hjá Framsókn.
Vit skulu sjálvi taka ábyrgd og ræði á okkara egna tjóðarbúskapi og seta sjøtil á eina tilgongd, har ríkisveitingin minkar niður í einki. Tað merkir ikki, at vit byrgja okkum inni, tvørturímóti merkir sjálvræði, at vit gerast sterkari í felagsskapi við onnur.
Sjálvræði gevur áræði og sjálvsálit, sum skulu vera sterkasta eyðkenni við okkara samleika. Tí setir Framsókn frælsi fremst.
Føroyar eru land og alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki.
Ein stjórnarskipan, sum gevur Føroya fólki hesa heimild, skal samtykkjast á eini fólkaatkvøðu.«
Og í beinleiðis sambandi við okkara stremban eftir hesum máli siga vit í ætlanunum fyri nýggju tingsetuna undir yvirskriftini »Sjálvbjargni«:
»Á veg móti einum sjálvberandi búskapi verður neyðugt at gera breiðar semjur at grunda politisk átøk á.
Framsókn vil hava javnvág á fíggjarlógina skjótast tilber, og at hetta verður gjørt við nýskipanum og við nýggjum inntøkum frá okkara tilfeingi.
Framsókn fer at leggja fra uppskot um, hvussu vit niðurlaða ríkisveitingina í mun til búskaparvøksturin, og at búskapargrunnurin hereftir skal virka sum konjukturjavnari.«
Undir yvirskriftini ”Uttanríksimál” siga vit:
»Vit eru í heilum í klemmu, tá Danmark ríkisins vegna hugsar og virkar saman við ES. Í heilum gongur Danmark ímóti føroyskum áhugamálum. Hetta er sera óheppið fyri okkum, men tað vísir bert, at uttanríkismál okkara ikki longur kunnu verða skipað, sum tey eru – støðan er ikki haldgóð, hvørki fyri okkum ella Danmark.«
Undir yvirskriftini »Tjóðarfrælsi« siga vit:
»Bert einstakar orðingar gjørdu, at steðgur kom í arbeiðið at gera lóg um stjórnarskipan fyri Føroyar. Framsókn vil hava málið aftur á dagsskrá, soleiðis at lógin kann fáa endaliga viðgerð og verða samtykt av Føroya fólki.
Tað tykist, sum at vit føroyingar ikki skulu hoyra heima í altjóða samfelagnum - sum annað enn danir. Heimurin flytur seg við fullari ferð, men vit føroyingar sita at kalla ongantíð við borðini, har avgerðir verða tiknar. Tí er avgerandi, at arbeiðið at gera eina føroyskari stjórnarskipan verður tikið uppaftur og gjørt liðugt.
Okkum føroyingum tørvar at fáa sett orð á okkara samleika og í eini grundleggjandi skipan lýsa rættindi og skyldur okkara sum fólk. Langt áleiðis eru vit øll - samríkisfólk eins væl og sjálvstýrisfólk – samd um okkara samleika. Eftir er bara at fáa hetta staðfest og lýst.«
Eg síggi fleiri líkheitir enn munir, tá tað kemur til vilja flokkanna á pappírinum at tryggja Føroyum teir møguleikar, sum vit hava brúk fyri á altjóða pallinum, sum sjálvstøðug tjóð. Júst hvussu vit skulu skipa hetta, haldi eg ikki eigur at vera eitt klandursmál, sum forkemur endamálinum: at skapa okkara samfelagi betri og fríari møguleikar at vinna og samvinna har og við tey, sum tað loysir seg best. Framsókn hevur boðað frá, at vit av øllum alvi vilja virka fyri breiðum semjum um tey týdningarmiklu politisku stórmálini – og tjóðskaparmálið er sanniliga eitt av teimum – sjálvt sambandsløgmaður ásannar hetta.
Eru vit semjusøkjandi og hava viljan, so koma vit á mál. Fólkakæra skaldið yrkti um okkum: ”saman at halda var ei okkum givið” – kundu vit ikki gjørt hesa orðing til skammar?
Er stundin ikki komin til handa, at vit taka lógvatak saman – alt fólkið, allir flokkar á Føroya Løgtingi - landi og fólki til frama?









