Fyrr í tíðini hevði Javnaðarflokkurin eina greiða politiska stevnu, sum bygdi á tær sosialistisku hugsjónirnar, tó nakað lagaðar til føroysk viðurskifti. Harav navnið, ið fedrarnir góvu flokkinum. Tað var einki ringt í tí, tvørturímóti. Eisini her í Føroyum hava vit javnaðarrørsluni nógv at takka fyri. Á tí sosiala økinum hevur flokkurin gingið á odda fyri at veita teimum minni mentu ábøtur á allan hátt. Í hesum strevi hevur flokkurin frá byrjanini av fingið hollasta stuðulin frá Sambandsflokkinum, sum hóast liberalur, er ein sosialt sinnaður flokkur.
Føroyski Javnaðarflokkurin er eins og allir teir sosialdemokratisku flokkarnir í Vesturheiminum seinastu tíðina komnir rættiliga upp í rasshaft, tí tann verkamannastættin, sum teir skuldu hjálpa, og sum veitti teimum flestu atkvøðurnar, nú er vorðin til eina miðalstætt, sum nú er farin at atkvøða borgarligt. Tí er tað seinastu árini vorðið meira og meira vanligt, at teir sosialdemokratisku flokkarnir hava otað seg til høgru og meira og meira hava rikið borgarligan politikk. Ja, nógvir borgarligir flokkar hava sæð seg vera yvirhálaðar frá høgru av sosialdemokratunum.
Hetta sama hava vit sæð her á landi seinastu árini. Samleikakreppan ger seg í ólukkumát galdandi í Javnaðarflokkinum, og tað mugu teir gera nakað við. Seinastu tvey árini hevur Javnaðarflokkurin kortini verið heppin. Tí hann situr í andstøðu til eina landsstýrissamgongu, sum ongan búskapar-, mentanar-, sosial- ella vinnupolitikk hevur rikið, og sum heldur ongan annan politikk ætlar sær at reka hetta skeiðið enn at útvega Føroyum fullveldi. Evsta vald!
Her sær Javnaðarflokkurin sína bjarging. Hann vil sleppa upp í dansin. Men ólukkutíð. Oddamenninir hava gloymt grasrøturnar. Flestu javnaðarfólk eins og sambandsfólk hava gaman í altíð verið tjóðskaparsinnað, men tey eru ikki loysingarhugað. Tey vilja fegin, at vit skulu gerast so sjálvbjargin sum gjørligt og vinna fram til at stýra okkara egnu viðurskiftum sum mest, men vit skulu varðveita tey bondini og tað skilagóða og frísinnaða samstarvið vit hava havt við Danmark. Heldur ikki javnaðarfólk vilja hava fullveldisdans. Tey vilja hava, at flokkurin rekur samfelagspolitikk, at politikkararnir hava fremst í huganum vælferðina hjá tí einstaka borgaranum og ikki einans hjálpa Hoydal at gera persónliga dreym sín til veruleika.
Javnaðarflokkurin veit, at hann hevur mist nógv av sínum trúvirði millum veljararnar orsakað av tí tvískinningspolitikki, hann hevur ført við at eta kirsuber við Høgna Hoydal. Í besta føri fær hann steinarnar aftur í knokkin. Javnaðarflokkurin hevur í sjálv-stýrismálum skift støðu so ofta, at onkur hevur samanborið hann við ein væl smurdan veðurhana. Uttanveltaðu tjóðveldisserfrøðingarnir úti um í samfelagnum eru altráir eftir at fáa Javnaðarflokkin við í eina breiða semju um fullveldismálið.
Upprunaliga konseptið hjá samgonguni er álvarsliga krakelerað. Vit hava sæð, hvussu Høgni Hoydal hevur annekterað øll argumentini frá teimum, ið hava øðrvísi hugsan, og sum hann ikki hevur kunnað afturvíst. Í staðin fyri at vísa teimum aftur , hevur hann tikið tey upp sum síni egnu fyri soleiðis at teppa alla andstøðu í føðingini. (Tann seinasta søgan, sum gongur er, at hann vil gera Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins til einkis við at umdoypa Fullveldi til Nýveldi; men hetta man bara vera skemt. Tendensurin er ið hvussu er greiður).
Kaffifundirnir og seinasta útmeldingin frá løgmanni benda á, at tað verður ein útvatnað avtala, teir fara at koma aftur við, tí Føroya fólk skal góðkenna hana, og teir vita, at í upprunaliga líkinum hevur hon ikki ein kjans. Tá ið teir koma aftur fara teir at feira avtaluna við champanju, og Javnaðarflokkurin verður boðin við, tí hann var so positivur og hjálpti til við loysingini.
Jóannes Eidesgaard livir í teirri trúgv, at hann og Javnaðarflokkurin geva fullveldisætlanini mótspæl. Tað ger hann ikki. Tí teir taka ikki ímóti mótspæli. Tann politiskt trillrundi løgmaðurin fær javnaðarformannin at tuska runt í maneguni við at siga, at hann dyrgir eftir eini breiðari semju. Nú má tað skjótt fara at ganga upp fyri Eidesgaard, at ein breið semja fæst einans uttan um Tjóðveldisflokkin, um Javnaðarflokkurin meinar nakað við, at loysnin skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin.
Um nakað er í tí, sum Eidesgaard sigur, at eingin flokkur hevur lagt so nógv brenni til loysingarbálið sum Sambandsflokkurin, so kundi tað hent, at hann um stutta tíð varð yvirhálaður av Føroya Javnaðarflokki, um hann ikki skjótt heldur uppat at spæla sirkushestur. Uppskot Javnaðarfloksins til Sjálvstýrislóg og Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins er einasta veruliga grundarlagið fyri eini breiðari semju, og tað kann tryggja tí einstaka húskinum vælferðina í víðastu merking, og tað eigur at vera høvuðsmálið í føroyskum politikki.
Eilif Samuelsen