Er seinkað meiri enn eitt heilt ár

Høgni Hoydal spyr, hvar fjølmiðlarnir nú eru – serliga Kringvarpið

Nú er meiri enn eitt ár síðani, at menningarkvoturnar fyri í fjør skuldi verið útlutaðar, men enn er ikki klárt hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at gera tað.

 

Samstundis eru menningarkvoturnar fyri í ár heldur ikki útlutaðar. Og nú vil Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hava at vita, hvussu stóran áhuga fjølmiðlarnir hava víst hesum.

 

Hann sigur at í 2018 og 2019, tá ið hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var tað neyvan nakar í Føroyum, ið ikki hevði hoyrt um menningarkvoturnar og um, hvussu tað gekst at avgreiða tær. Men hann heldur, at tað var av røttum, at fjølmiðlarnir vísti hesum málinum so stóran áhuga.

 

Hann sigur, at tá varð tað dúgliga viðgjørt í fjølmiðlunum, serliga í Kringvarpinum, at tað dró út at avgreiða umsóknirnar. Og hann leggur afturat, at síðani hava fleiri viðmerkt alment, at hetta ávirkaði úrslitið av løgtingsvalinum í 2019.

 

Tá var talan um, at avgreiðslan var seinkað nakrar mánaðir, men nú viðgerðin er seinkað meiri enn eitt heilt ár, heldur hann, at áhugin hjá fjølmiðlunum fyri menningarkvotunum, er fánaður burtur í einki, tí lítið hevur verið at hoyrt alment um hesar kvotur yvirhøvur.

 

Tí hevur Høgni Hoydal nú sett Jacobi Vestergaard ein beinleiðis spurning um hesi viðurskifti. Sostatt skal Jacob Vestergaard nú greiða frá, hvussu ofta fjølmiðlarnir, og serstakliga Kringvarpið, hava biðið Fiskimálaráðið Fiskimálaráðið um upplýsingar um menningarkvoturnar í 2018 og í 2019, og hvussu tað gekst at viðgera tær. Samstundis vil hann eisini greiða frá, hvussu ofta fjølmiðlarnir, og serstakliga Kringvarpið, hevur spurt Fiskimálaráðið um menningarkvoturnar í fjør og í ár, ella síðani nýggja landsstýrið tók við, og nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi.