Er samfelagið í kreppu?

Eyðun Mohr Viderø
--------

Okkara lítla samfelag hevur allar tíðir verðið roynt av niðurgongd. Aðrar tíðir hevur borið framá. Fólkið hevur viljan til at yvirliva, og tí hava kreppur í mestan mun hert vilja hjá fólkinum her at menna seg fram um kreppuna og livað víðari. Tað er jú her, vit hoyra til! Tað er her, okkara vøgga stóð og framvegis stendur hjá komandi ættarliðnum!
Vit liva í eini undarligari og onkisigandi tíð við núverandi niðursetandi og neiligu ávirkan frá okkara framsøgufólkum. Bæði á politiska økinum og fjølmiðlaøkinum!
Fyri stuttari tíð síðan vóru vit vitni til, hvussu fólkið í USA varð fóðrað við lyftum og ákærum frá politisku flokkunum í samband við val har.
Ráðandi flokkurin bað um góðkenning at varðveita galdandi politikk við ávísum ábótum, meðan mótparturin bað um stuðul til at fremja grundleggjandi broytingar.
Hóast ymiskar politiskar áskoðanir, so valdi meirilutin av fólkinum at stuðla til broytingar. Broytingin var stuðlað við einum jaligum vilja til ávísar ábøtur. Hvussu hetta annars fer at roynast, vita vit ikki.
Støðan her heima hjá okkum kann neyvan samanlíknast við støðuna í stóra USA, men kortini kunnu ákærur og lyfti hjá flokkum samanlíknast, og tó við heilt hvørt sínum endamáli!
Okkara politiska stríð snýr seg ikki um »ov nógvar óneyðugar útreiðslur í Afgahnistan« v. m. Ikki um teirra stríð fyri eini eftir okkara skipan hóskandi almannalóggávu.
Okkara politiska stríð snýr seg um at yvirliva við tí fólki og teimum virðum, ið hetta land ræður yvir!
Tí tykir mær so harmuligt, at okkara útbúnað fólk innan politikk og fjølmiðlar nýtir sína orku við sínum neiliga framferðarhátti at taka allan virkishug frá landsmonnum sínum!
Fíggjarorka landsins eru løgd í ávísa rammu til gagns fyri samfelagið. Við samtykki frá øllum innan politikk.
Fíggjarinntøkan er fallandi í hesum døgum, og nú verður leitað millum politikkarar, hvør hevur av teimum skyldina. Ja enntá verður kravd hægri løn í hesum niðurgongutíðum av fastløntum á landi. Minkandi inntøkan hjá vinnulívinum skal skapa størri inntøku til samfelagið!??
Mín sannføring er og hevur verið, at samfelagið fer at yvirliva, um sunt vinnulív sleppur at virka, og at vit politiskt við sjálvstýri ráða okkum sjálvum.
Her verður neyðugt at byrgja fyri ósunnum vinnuligum spekulantum, meðan føroyskt sjálvstýri verður sett á stovn!
Leiðin er helst long, men sjálv kreppan finnst millum politikarar og blaðfólk!!