Donsku hondbóltsheimasíðurnar, hbold og europamester fylgja donsku hondbóltskappingunum og evropeisku kappingunum sera tætt, og tær eru ofta frammi við áhugaverdum hagtølum.
Europamester hevur gjørt eitt yvirlit, ið vísir hvørjir leikarar í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum eru teir mest effektivu leikararnir, tá tað kemur til at taka av sínum málmøguleikum.
Higartil í hesum kappingarárinum hevur Pernille Brandenborg, ið spælir við Keypmannahavn skorað upp á 82,4 prosent av málmøguleikunum hjá sær.
Sambært nýggjastu uppgerðini hjá Europamester er føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg nummar seks á yvirlitinum yvir teir mest effektivu leikararnar í bestu donsku hondbóltsdeildini.
| Nr. | Navn: | Málmøguleikar: | Gagnnýtsla av málmøgueleikunum: |
|---|---|---|---|
| 1 | Simone Böhme | 13 | 92,3% |
| 2 | Marit Jacobsen | 63 | 85,7% |
| 3 | Andrea Aagor Hansen | 39 | 84,6% |
| 4 | Maria Lykkegaard | 31 | 83,9% |
| 5 | Josefine Dragenberg | 30 | 83,3% |
| 6 | Pernille Brandenborg | 34 | 82,4% |
| 7 | Line Skak | 34 | 82,4% |
| 8 | Elma Halilcevic | 85 | 79,1% |
| 9 | Tabea Schmid | 89 | 78,7% |
| 10 | Mathilde Storgaard | 14 | 78,6% |











