Er rørdur um stórsigurin á KÍ-kvinnunum

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá HB-kvinnunum, Allan Dybzak seta orð á ótrúliga 4-0 sigurin hjá HB ímóti KÍ norðuri í Klaksvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var við høvuðsvenjaran hjá 1. deild kvinnum hjá HB, Allan Dybzak sum sá sínar spælarar vinna ein ótrúligan 4-0 sigur á KÍ.

 

Helst er talan um størsta ósigurin hjá KÍ-kvinnunum á heimavølli í hesari øldini. Milja Reinert Simonsen skoraði hattrick, og fjórða málið var sjálvmál. 

 

Allan Dybzak sigur seg verða rørdan um eitt ótrúligt liðavrik hjá sínum kvinnum. Hann slær fast, at tað sum ger sigurin enn meiri ótrúligan er, at allir spælararnir hjá HB í dag vóru 20 ár og yngri.

 

Allan Dybzak heldur, at nú hevur EB/Streymur/Skála ein gyltan møguleika at vinna FM-heitið.

 

Klokkan 17.30 spælir EB/Streymur/Skála á útivølli ímóti ÍF/Víkingi. Við einum sigri leggur EB/Streymur/Skála seg tvey stig framum KÍ. Liðini møtast í seinasta umfarinum á Eiði komandi leygardag.