Er neyðugt at avtaka bankabøkurnar ?

Eldraráðið fyri Tórshavnar Kommunu
-------

Eldraráðið fyri Tórshavnar Kommunu fær av og á áheitanir um at virka fyri meira almennum málum enn teimum, sum ásetingarnar í viðtøkunum siga frá. Ofta eru tað landsmyndugleikar, tá talan er um peningalig mál, men eisini meira privat viðurskifti verða løgd fyri Eldraráðið.

Nú um dagarnar fekk Eldraráið áheitan í sambandi við bræv, har peningastovnarnir siga frá, at galdandi frá 1. mars verða bankabøkurnar avtiknar. Í staðin fyri kunnu kundarnir taka av tilboðum sum heimagreiðsla við interneti ella kortloysnum av ymsum slag.

Sagt verður frá at talið av kundum, sum nýta bók, er fallandi, og tí verður tænastan (um ein kann kalla hetta so) avtikin.
Gomul fólk, ið hava nýtt bankabókina alt sítt lív, og sum av ymsum ávum ikki eru før fyri at taka av tilboðunum um heimagreiðslu og kortlysnum, føla seg svikin og biða okkum um at gera okkara ávirkan galdandi. Kappingin millum peningastovnarnar er tó ikki um gomlu fólkapensionistarnar, og tí avtaka allir bøkurnar í senn eftir ”innanhýsis” avtalu – so kunnu tey gomlu føla seg so svikin, sum tey vilja!

Eldraráðið hevði spurningin á borðinum mánadagin, og semja var um at heita á peningastovnarnar um at lata gomlu pensionistarnar, sum ikki kundu útvega sær teldu, og sum ikki vóru før fyri at greiða síni peningaviðurskifti við korti, um at varveita bankabøkurnar.
Sjálvsagt verður talið av bankabókum fallandi, og um bøkur ikki verða latnar nýggjum kundum, so verða ongar eftir til seinast.
Tá ein hugsar um stóru tølini í bankaroknskapunum, skuldi tær fáu krónurnar, sum henda ”tænasta” kostar, ikki gjørt tann stóra munin. Hví so avtaka bøkurnar?