Er Navision skipanin keypt í heimildarloysi?

Undir orðaskiftinum um Lands­roknskapin fyri 2005 varð nógv gjørt burturúr B­ú­skap­arskipan landsins (BL).
BL, er ein føroysk skipan, sum er ment seinastu tíggju árini í so góðari dygd, at hon er kend uttanfyri land­odd­ar­nar.
Spurdur undir við­gerð­ini á tingi, visti lands­stýr­is­maðurin í fíggjarmálum at siga, at hann ikki hevði givið nøkrum stovni loyvi til at brúka aðra skipan enn BL.

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður

Sambært lóg er tað lands­stýrið, ið ásetur reglur um roknskaparhald landsins, og í kunngerð er harafturat á­sett, at allir stovnar hava skyldu til at nýta BL.
Kortini kann fíggjar- og búskapardeildin eftir um­sókn loyva stovnum við ser­ligum tørvi at nýta aðrar bú­skaparskipanir.
Soleiðis sum lóg og kunn­gerð eru orðaðar, kann eing­in stovnur uttan loyvi framm­anundan loyva sær ein túr inn í nethandlarnar at keypa sær sínar egnu skipanir.
Vit, sum eygleiða støð­una, ansa eftir, at ein al­menn­ur stovnur heldur seg hava serligan tørv á ser­ligari skipan, og vit vita, at um so skal vera, so skal hann hava serligt loyvi frá landsstýrismanninum í fíggj­ar­málum til endaálið.
Hesin landsstýrismaður segði seg undir orðaskiftinum ikki at hava givið hetta loyv­ið.
Rætta viðkomandi í Ting­anesi fingu vit ikki orð­ið á undir vigerðini av landsroknskapinum, men kanska tað eyðnast í øðrum umfari, nú tað brim­ar upp í klettin undir lands­stýrismanninum í Vinn­u­mál­um.
Onsdagin 7. februar kálvar Sosialurin í oddagrein eina niðurstøðu um, at BL er ó­tíð­arhóskandi og óbrúkilig, og ikki sæst blaðið hava tosað, hvørki við Fíggjarmálaráðið ella Gjaldstovuna, sum bera ábyrgdina av skipanini.
Hvørji samfeld ­á­hug­a­mál Sosialurin og Vinn­u­mál­a­ráð­ið hava í at dylja týdningarmiklar upp­lýsingar í dagførdum rokn­skapum, felags kont­o­skip­anum, játtanar- og roknskaparreglum, KT-trygd, gjaldføri og gjøgn­um­skygni, ja, tað vita vit ikki.
Talan er um at skulka sær undan sjálvari stýringini av fíggj­arkervinum, sum tey kønu halda vera eitt av allar størstu frambrotunum hjá før­oyskari fyrisiting hesi sein­astu 10 árini, ið skipanin er ment til almikið gang fyri landbúskapin.
Her eru vit so inni við kjarnuna í málinum, tí eing­in almennur stovnur hev­ur loyvið til at fáa sær aðra skipan, fyrrenn loyv­ið til tess er givið av fíggj­ar­málaráðnum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Niel­sen, fær tí henda munnliga fyr­ispurning í tinginum, on­s­dagin 21. februar 2007.
“Heldur lands­stýr­i­s­mað­urin, at keypið av Navision skipanini er fevnt av § 4, stk.5 í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996,um rokn­skap­arverk landsins, og er skipanin eitt neyðugt forskoyti til Búskaparskipan Lands­ins?”
Roknað verður við, at lands­s­týrismaðurin kunnar løg­ting­ið neyvari um ta støðu, sum er íkomin, síðan ein ella fleiri almennir stovnar eru farnir at brúka aðrar skip­anir enn Búskaparskipan Lands-ins.
Nær er umsókn um Navi­sion skipanina komin fíggjarmálaráðnum í hendi, er hon játta av Ráðnum, og nær er hon sett í verk?
Hvussu stórur er keypskostnaðurin fyri hesa skipan, hvussu stór er nýtslan higartil, og hvat kost­ar skipanin restina av fíggjarárinum?
Finst eitt líknandi modul í Búskaparskipan Landsins, sum kundi verið brúkt í staðin?