Er ikki ílatin til at taka støðu til samráðingar við russarar um fisk

Vit skulu ikki seta tiltøk í verk ímóti Russlandi sum bara raka okkum, sigur formaðurin í Uttanlandsnevndini

Enn havi eg ikki nokk av upplýsingum til at eg kann hava eina støðu. Tað sigur Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin og formaður í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.

 

Ein tann stóri, politiski spurningurin herheima í løtuni, er, um vit skulu fara undir ætlaðu fiskivinnusamráðingarnar við russarar seinni í ár. Eftir at Putin leyp á Ukraina, eru fleiri tiltøk sett í verk ímóti Russlandi og enn hevur politiska skipanin ikki tikið støðu til um vit yvirhøvur skulu fara undir samráðingar við russarar undir hesum umstøðum, ella um vit skulu boykotta teir.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum hevur verið greiður í síni støðu og hann heldur, at vit skulu slíta alt samstarv við russarar. Men floksfelagi hansara, Bill Justinussen, er ikki so sannførdur. Vit skulu bara seta tiltøk í verk, sum raka Putin og sum kunnu vera við til at gera enda á krígnum, sigur hann. Samstundis sigur hann, at vit skulu ikki seta tiltøk í verk, sum bara raka føroyskt vinnulív, tí so pína vit bara okkum sjálvi - uttan at tað ger nakran mun fyri kríggið.

 

Hann vísir á, at endamálið við tiltøkunum hjá ES, er at raka krígsmaskinuna hjá ES. Endamálið er ikki at seta tiltøk í verk bara av moralskum ávum, sigur Bill Justinussen. Men hann sigur, at tað má eisini takast við í roknistykkið, hvussu okkara støða fer at ávirka okkara umdømi úti í heimi. Vit skulu heldur ikki koma okkum í so ringt orð, at onnur aftra seg við at hava nakað við okkum at gera.

 

Bill Justinussen sigur, at øll hesi viðurskifti skulu takast við í metingunum, og enn hevur hann ikki fingið nóg nágreiniliga kunning um viðurskiftini. Men hann væntar, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, og løgmaður leggja øll hesi viðurskiftini fram, áðrenn støða verður tikin til samráðingar, ella ikki. Bill Justinussen vil eisini hava at vita, hvat løgmaður hevur við sær eftir fundin við norska forsætisráðharran herfyri.

 

Skulu vit boykotta Russland á hesum øki, krevst, at Løgtingið samtykkir tað. Løgtingið hevur givið landsstýrismanninum í uttanlandsmálum heimild at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi – men ikki tiltøk, sum fáa avleiðingar fyri okkara fiskiveiðisamstarv við russarar. Skulu vit burtur úr tí samstarvinum, skal tað samykkjast í Løgtinginum.