Thomas Frank segði seg í gjár úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Brøndby. Orsøkin var tann, at formaðurin, Jan Bech Andersen, á donskum kjaksíðum - undir navninum hjá soni sínum - hevði funnist hvassliga at venjaranum hjá sær.
Hetta metti Thomas Frank vera eitt misálit, og hann tók seg tískil aftur sum Brøndby-venjari eftir hálvttriðja ár í starvinum. Fyribils er Auri Skarbalius settur sum venjari, men hetta er bert ein fyribilsloysn fram til í summar.
Kjakið er sum vera man longu farið í gongd um hvør fer at gerast nýggjur Brøndby-venjari, og við í boðunum upp á nýggja venjaran, er føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen.
Danske Spil bjóðar odds 8.00 upp á at Lars Olsen verður útnevndur sum Brøndby-venjari í summar. Hetta merkir tað sama sum, at teir meta tað vera 12,5% sannlíkindi fyri at tað hendur.
Merkisvert er tað, at John Terry eisini er við á listanum. Orsøkin er tann, at hann og formaðurin í Brøndby, Jan Bech Andersen, eru góðir vinmenn.
Fyrrverandi Brøndby-spælarin, Morten Wieghorst, sum herfyri fekk sekkin sum venjari hjá AGF, er tó stórfavorittur at taka við tøka venjarasessinum í Brøndby.
Hvør verður nýggjur Brøndby-venjari? (Odds: Danske Spil)
Morten Wieghorst 2.00
Morten Olsen 3.50
Michael Laudrup 5.00
Auri Skarbalius 7.00
Lars Olsen 8.00
Dag-Eilev Fagermo 15.00
John Terry 20.00
Peter Bonde 25.00
Michael Hemmingsen 25.00