Er hendan veruliga ov "stór"?

Danski mótaheimurin er farin upp á barrikadurnar eftir at hendan modellin var fatað sum stór

Danska modellin Ulrikke Louise Lahn Høyer hevur veruliga sett gongd á stórt kjak um heilsuna hjá modellum, eftir at hon í evstu løtu var send heim til Danmarkar áðrenn eitt stórt mótashow fyri Louis Vuitton í Japan. Tað skrivar DR í dag. 

 

Unga modellin skrivaði sjálv um hendingina á sínari Facebook síðu, eftir at hon fekk boð um, at hon var "ov stór" og ikki kundi nýtast fyri kenda merkið kortini. Hetta hendi eftir, at Louis Vuitton umboðsfólk bóðu donsku gentuna einans drekka vatn í 24 tímar áðrenn showið av somu orsøk. 

 

Hon skrivar millum annað, at orsøkin til, at hon valdið at greiða alment frá støðu er, at slíkur hugburður er við til at geva modellum etingarólag og ringt sjálvsálit. 

 

Hendingin hevur fingið danska heilsumálaráðharran Ellen Trane Nørbyes og stjóran í Danish Fashion Institute at senda skriv til franska mótahúsið. 

 

Tær heita á mótahúsið um at fylgja moralsku leiðreglunum hjá danska mótaheiminum, har millum annað aðalmálið er at gera upp við skeiv vakurleikamál og at mótarbeiða etingarólag. 

 

- Vit gera hetta fyri at varpa ljós á, at danskar gentur spegla sær í modellunum, sum tær síggja á mótapallum kring heimin. Tì hava mótahúsini eisini ábyrgd av at ikki skapa eina falska mynd av, hvat tað er at vera normalur, sigur ráðfrúan við DR. 

 

Somuleiðis hevur Ulrikke Louise Lahn Høyer síðani Facebook uppdateringina fingið stóran stuðul frá øðrum mótahúsum og modellfeløgum. 

 

 

Men hendingin hevur vakt ans kring allan knøttin, tí fleiri miðlar uttanlands hava tikið álvarsomu hendingina upp. Seinastu árini hevur nógv ljós verið varpað á støðuna hjá modellum og mótaheiminum sum heild, og fleiri mótahús hava staðið saman um at varpað ljós á, at tað ikki er rætt at brúka ov tunnar modellir, tí tað skapar eitt keðiligt og skaðiligt rák fyri ungdómin. 

 

 

Kelda: Dr.dk