Er fólkaræði reduserað til politiskar rossahandlar?

Heidi Petersen
løgtingskvinna
???????????????
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Miðnámsskúlin varð fluttur úr Vági til Porkeris/ Hovs. Hetta varð gjørt
?hóast allar sakligar grundir vóru fyri at byggja hann á byggiklára stykkið í Vági
?hóast lokalu myndugleikarnir vóru ímóti hesari flyting
?hóast tað kemur at kosta skattagjaldaranum tíggjutals milliónir krónir meira
?og hóast at kalla allir løgtingslimir sóu skilaloysið í at flyta skúlan, so samtyktu teir kortini at gera hetta.

Hví? Vit frá andstøðuni spurdu og fregnaðust eftir, hvør orsøkin var til hesa skilaleysu flyting, men vit fingu onki svar ? ongi argument, ongar sakligar grundgevingar. Hvørki frá landsstýrismanninum ella frá løgtingslimum í samgonguni. Sagt varð, at hetta var ein politisk avtala, og løgmaður tagdi.

Rækjustuðulin
Løgtingi samtykti at veita rækjuvinnuni stuðul. 20 mió. kr. av skattaborgarans peningi varð fluttur beinleiðis í lummarnar hjá nøkrum fáum reiðarum.
Grundgevingarnar fyri at lata stuðulin vóru konstruerað argument, sum kanska fá í samgonguni trúðu uppá - og ikki øll atkvøddu fyri. Flokkar, ið fóru til val upp á ikki at veita rakstrarstuðul til vinnulív, atkvøddu fyri. Flokkar sum fóru til val upp á ein liberalan vinnulívspolitikk, atkvøddu eis-ini fyri.
Vórðu hesir flokkar spurdir um hví, var svarið tað sama: Vit halda hetta er ikki so heppið ella rætt, men hetta er ein politisk avtala, og tær halda vit - men løgmaður tagdi.

Uttanríkispolitiska heimildarlógin
Størsta broyting í viðurskiftunum við Danmark síðni heimastýrislógina varð løgd fram langt eftir seinasta framløgudag í tinginum. Lógarbroytingin varð skundað ígjøgnum eina viðgerð, har ongin fekk høvi at kanna og útgreina, hvørjar avleiðingar henda lóg fekk fyri Føroya fólk og føroyska fókaræðið.
Føroya fólk slapp ikki at taka støðu til hesa lóg, sum hevur so prinsipiellan týdning fyri sambandið millum Føroyar og Danmark.
Vit spurdu, hví tað var neyðugt at leggja tey donsku ríkislógartilmælini fyri tingið. Nærum allir løgtingslimirnir hildu tað vera óheppi, men . . . .
Tá spurt varð, hví hetta skuldi skrumblast ígjøgnum, var svarið hitt sama: Hetta er ein politisk avtala, og løgmaður hevur longu góðtikið lógina mótvegis dønum.

Hvar er fólkaræðið?
Hvussu hava fólkaræðiligu mannagongdirnar í hesum málum verið?
Hvar er gjøgnumskygni í førda politikkinum?
Hvar er opinleikin mótvegis fólkinum og tey sakligu argumentini?
Hvussu kunnu andstøðupolitikkar og borgarar í landinum fyrihalda seg til politiskar avtalur, sum ongin veit um? Avtalur, ið eru gjørda handan læstar dyr!
Hvussu hevur tað almenna kjaki tað, tá málini koma fram, eftir at avgerðirnar eru tiknar?
Hvussu skal fólkaræðið og áhugin fyri samfelagnum, vit liva í, yvirliva í einum landið, har hvørki politikkarar ella fólkið fær høvi at vera við í orðaskiftinum um øll samfelagsmál?
Hevur sitandi løgmaður - sum einaferð hevði gjøgnumskygni og opinleika sum sítt eyðkenni - reduserað fólkaræðið til politiskar rossahandlar?