Er Fólkaflokkurin í hugsjónarloysi?

Abraham Mikladal

Tað var bæði áhugavert og hugaligt at lesa skrivið hjá HUXA, har tey vísa tingmanning fólkafloksins vegin í politisku hugsjónunum.
Eg havi altíð havt sera ilt við at skilja at ein ultra liberalur flokkur, sum Fólkaflokkurin sigur seg vera ? spyr bara Óla Breckmann, ferð aftaná ferð kann ganga undan á teimum mest grovu kraddara ferðum í landskassan fyri at veita reiðarum og vinnulívsfólki sosialhjálp. Her fossar millum teori og praksis.
Fólkaflokkurin hevur sjongra, nú í ein mansaldur, at Tjóðveldisflokkurin er tann reina kommunisma. Men nú er so í øllum førum vent í holuni. Nú er tað Tjóðveldisflokkurin, ið er tann meira liberali á vinnuøkinum.
Fyri Fólkaflokkin er, eftir øllum at døma, bert talan um liberalan vinnupolitik, so leingi sum peningur er at vinna. Tá skulu Palleba og Marsanna ikki váða sær at krevja nakað sum helst. Men tá vinnuvirksemi gevur hall so skulu júst Palleba og Marsanna gjalda undirskoti!!
Tað at privat vinnuvirksemi fær slanguna í landskassan er til óbótaligan skaða, tað er so staðiliga prógva við gongdini í 80?unum fram til skrædli í 1992.
Ætlanir at lata almennan stuðul til vinnulívi kunnu grundgevast við nógvum (og tíðum góðum) grundgevingum, men trupul-leikin er, at í tí løtu stuðulin er latin, gerð hann meir skaða enn gagn. So títt og knapt stuðuls krónurnar eru farnar at leka úr landskassanum, avskeplast alt vinnuvirksemi. Allar sunnar og góðar stýrimekan-ismur verða tiknar burtur. Avleiðingarnar er ógvusligar og oyðandi.
Tí eigur tingmanningin hjá Fólkaflokkinum at taka við læru av fólkafloksungdóminum í Huxa og atkvøða saman við Tjóðveldisflokkinum ímóti at stuðul verður latin rækiskipunum.