Er ein nýggjur matvørupolitikkur í eygsjón?

Áhugin fyri heilsu og matvanum er vaknaður her á landi. Tað grør um gangandi fót. Onkur hevur sáað annar heystar. Eru allir samverkamenn?

Áhugin fyri matvøruspurningum birtir vónir um, at ein harðliga tiltrongdur nýggjur matvørupolitikkur vera lagdur. Um hetta skal eydnast nóg væl, so má eitt gott, frítt, breitt orðaskifti fáast ílag. Bæði millum fakfólk, almenning og politikkarar. Hetta skal vera ein roynd at varpa ljós á nakrar av spurningunum.

Dánial K. Christiansen
danialkc@hfs.fo

Í Føroyum er matur og drekka í yvirflóð. Guð havi tøkk og lov fyri tað. Um henda Guðs gáva verður væl umsitin, so líður ongin í hesum landi nakra hungursneyð. Soleiðis er ikki allastaðni í heiminum minni enn so. Nógvastaðni manglar bæði matur og drekkivatn við álvarsligum umfarssóttum sum fylgju. Sagt verður frá okkara forfedrum, at teir í ringastu tíðum vóru kundu vera funnir deyðir við tarabløðum í munni. Nógv var lagt fyri, tá farið var til útróðrar at fáa kók í pottin og mangir bóru ikki boð í bý.

Nóg mikið av mati og vatni er als ikki ein sjálvfylgja. Vit eiga at sleppa burturúr tí ótakksama, negativistiska, deprimerandi hugburðinum, sum seinastu ártíggini hevur verið alt ov ráðandi (og ræðandi) í okkara parti av heiminum, hvat mati og matvørum viðvíkir. Heldur eiga vit, at hava vissu fyri at øll nátúran frá Skaparans hond er góð, ja heilsugóð, bert vit ikki misbrúka okkara nátúru og tilfeingi. Verið takksom, virðið gávuna og farið væl við henni. Síggið hana sum ein veldigan møguleika og ikki ein trupuleika.

Matur er í veruleikanum frálíkur heilivágur. Tað vit kalla medisin, kostískeiti og nátúrheilivágur verða mangan útvunnin úr matvørum. Hetta verið seg djórum, plantum, kryddurtum, herbum, smáverum osfr. Men sum við øllum, matur kann misbrúkast. Misbrúk er vanliga heilsuskaðiligt og tí av tí ónda. Ovát og skeivur kostur skildast ofta ósketni og líkasæla, og kann tá rokanst sum synd ala royking. Fyri ikki at tala um óreiðiligan handil við mati ella sølu av heilsuskaðiligum mati.


Evnisvikur í skúlanum
Hoyrdi frá tveimum mammum at børnini í Hoyvíkar skúla hava lært um sunnan kost og motión í seinastuni. Onnur teirra segði, at dótturin hevði rist við høvdinum, tá mamman ætlaði sær okkurt søtt og heldur ósunt í einari kiosk. Børnini hava gingið millum heim og skúla, fortaldi hin mamman. Við kvøldarstund hevði dóttur hennara ongan trupuleika at sovna. Her var verunliga komin stór vend í eftir nøkrum fáum temadøgum, greiddi hon frá. Slíkt er sera upplyftandi at hoyra.

Føroyskur matur
Í seinna helmingi av februar var eitt sera áhugavert og undirhaldandi borðhald á Hotel Føroyum. Eg var so heppin at vera boðin við. Tað sum gjørdi hetta borðhald til nakað heilt serligt, var kappingin um tað besta turra seyðakjøtið.. Undir leiðslu av cand brom Leilu Jacobsen á framkomnan hátt roynt at lýsa organoleptisku eginleikarnir á turrum kjøti (smakk, lukt, konsistens, lit). Hetta kann sigast at vera eitt pionerarbeiði. Tó, organoleptiskir (sensoriskir) hættir ikki ókendir í fiskiídnaðinum. Men her er talan um serføroyskan mat. Okkara kæri professari í fólkalísvfrøði Jóan Pauli Joensen sum var við at skipa fyri tiltakinum var so inspireraður, at hann seinni boðaði frá útvarpinum, at hann vil geva út eina bók.

Vónandi verður líknandi tiltak endurtikið, soleiðis at vit koma enn nærri einum góðkendum standard sum vit kunnu brúka tá metast skal um skerpikjøt. Eisini vil eg vóna at vit koma fram við kanningarúrslitum sum vísa hvør besti framleiðsluhátturin er. Til dømis, hvørjar treytir galda fyri ein góðan hjall (plasering, konstruktión o.l.). Ongin ivi er um, at slíkt mennir føroyska mentan, landbúnað og landbúnaðarvørur. Og tað er tiltrongt. Tí í veruleikanum eru vit stutt komin á hesum øki.

Okkara útflutningsvøru hevur verið væl og virðiliga kannað, meðan minni hevur verið lagt í, hvat vit sjálvi hava eti og drukki. Mest talandi dømi um hetta er kanska, at fiskur í ártíggir bert hevur skula verið skolaður í sóttreinsaðum drekkavatni, meðan sektin meira ella minni hevur ligið á um drekkavatni í húsarhaldinum var skitið. Ymiskar frágreiðingar kunnu gevast til hesa slagsíðuna í okkara hugsunarhátti. Men eisini her tykist vend vera komin í . Nú vilja borgarnir hava reint drekkivatn og nógvar kommunur sýnast vísa stóran áhuga fyri kanningarúrslitum, reinsingarhættum og at seta av neyðugar pengar til íløgur her.

Sum eitt kuriosum til hetta kann eg her skoyta uppí, at mær er sagt frá, at fyrstu vrakieftirlitsmenninir mangan vóru bóndir. Soleiðis kundi vitanin um góðskumeting av saltfiski eisini vera brúkt til skerpikjøt. Jens Christian Djurhuus bóndi á Tinggarðinum í Kollafirði sigst hava góðskumett og stempla turt kjøt. Áhugavert at fingið nærri at vita, hvussu hetta fyrigekk og um nakað skrivligt tilfar er goymt.

Grind eitt heilsuvandamál ?
Í fyrra helmingi av februar mánað hava 2 yvirlæknarnir, Jákup Petersen og Pál Weihe, verið í heilsufrøðiligum hornatøkum um kviksilvur í grind. Orðaskifti hevur verið rættuliga hvast Tað er farið fram bæði bløðunum og í Útvarpi Føroya.

At dylja álvarssamar heilsuvandar við teirri undanførslu, at hetta er ein elligomul mentan, kann sjálvandi ikki vera rætt. Ger ein fakmaður tað, so er tað at meta sum álvarsamt fusk. Ein sum stendur í ábyrgd innan fyri tað almenna kann dømast fyri groft ósketni fyri slíkt. Um hann ger tað av vinnuligum orsøkum ella fyri at verja eina mentan er í hesum sambandi undirorna. Tað veri seg fyri tvøst ella spik.

Men ávarðar/tilræður ein fakmaður okkum borgarar á ósakligan hátt um heilsuvandar, sum ikki eru at meta sum heilsuvandar og ger hann hetta við einari duldari, ósakligari dagskrá, so kann viðkomandi somuleiðis skuldsetast fyri álvarsamt fusk. Er tað ein sum almennt varðar av økinum, kann viðkomandi skuldsetast fyri valdsvreingjan og brot á fyrisitingarlógina. Endamálið verið seg tá nokk so idealistiskt ella bara reint egoistiskt. Tað verið seg fyri at steðga amerikanskari dálking ella fyri at fáa fígging til egnar granskingarverkætlanir við almennum tilmæli ímóti at eta grind og spiki.

Nær eitthvørt verður roknað vandamikið ella nær bindast skal um heilan fingur er ikki altíð ein einfaldur spurningur at avgera. Summar lóggávur siga, at allur ivi skal koma brúkaranum til góða (sonevnda "forsigtigheds-prinsippet"). Aðrar matvørulóggávur brúka onnur prinsipp. Okkara (so frægt eg havi duga at lisið hana) byggir á "forsigtighedprinsippið". Soleiðis kann hon nýast sera restriktivt. Men spurninginum hvør vandi kann loyvast, vil altíð vera relevantur.. Tí í teoriini kann alt vera vandamikið, so ella so. Sjálvt hjá besta serkunnleika kann spurningurin vera trupul at svara. Myndugleikarnir hava ofta ikki nógv annað at velja í enn blint at fylgja ráðum serfrøðinga, serliga um hesir ikki eru frægir serfrøðingar sjálvir. Vanliga vera slíkir serfrøðingarnir útpeikaðir til endamálini. Teir skulu hava sera góðan fakligan førleika og vera óheftir. Teir ráðgeva myndugleikanum sum tekur avgerð. Vanliga verður ikki farið út í alment tjak uttan í serligum førum.

Trupuleikin í tjakinum millum Pál og Jákup steðgar upp við spurningin um formligan myndugleika. Hvør hevur myndugleika at ráðgeva fyrisitingini í hesum málinum ("risiko vurderarar") og hvør tekur avgerðina. ("risiko hondterarar"). Eru Pál Weihe, Jákup Petersen tilnevndir at varða av hesum vegna alt føroya fólk. Og ikki minst er spurningurin. Á hvørjum grundarlag vera metingarnar&avgerðirnar tiknar.

Tað heildarsjónarmið, sum Jákup Petersen ger seg til talsmann fyri sýnist vinna alsamt størri frama úti í heimi. Hetta krevur sera breiða vitan. Pál stendur óiva fyri teirri djúpu vitanini , men sjálvsagt á einum avmarkaðum øki vil eg meta. Hvør stendur fyri teirri breiðu vitanini ? Hendan fæst til vega har nógv fólk samstarva og skifta orð um felags mál. Kanska manglar slíkt felags mál . Óiva manglar eitt eisini eitt fakligt orðaskifti á hóskandi støði um slíkar torgreiddar spurningar, sum Hg , PCB, Dioxin, pestisidir, ómettaðar fitisýrur, genmodifiseraðar matvørur, tilsetingarevnir, vakstrahormonir "you just name it". So læt okkum endiliga halda fram í røttum forum.