Er byrjaður at venja aftur

Brandur Hendriksson Olsen er byrjaður at venja aftur í Randers. Seinasta týsdag var fyrstu ferð, at 21 ára gamli skálvíkingurin vandi aftur við fyrsta liðnu, eftir at hann kom illa til skaða í krossbandinum í februar mánaði.

 

Brandur Olsen sigur við amtsavisen.dk, at tá ein fær ein so ringan skaða, so kann ein hugsa tað ringasta, men at hann hevur arbeitt miðvíst teir seinastu sjey mánaðirnar fyri at verða til reiðar aftur.

 

Brandur Olsen sigur, at hann vónar at kunna spæla við eykaliðnum hjá Randers um nakrar mánaðir, men hann væntar ikki at verða klárur aftur til fyrsta liðið fyrrenn eftir jól.