Er bangin fyri at einki verður gjørt

Preben Hansen skýtur millum annað upp, at forbjóða fólkum undir 25 ár at koyra bil um náttina

- Fleiri lond forða ungum undir 25 at koyra bil á nátt. Tað eiga vit at umhugsa her í Føroyum eisini, sigur Preben Hansen.

 

Fyrr í ár lat ein ung kvinna lív í eini ferðsluvanlukku, beint uttanfyri hús hansara á Argjum. Preben Hansen sigur, at tá ungdómurin ikki letur til at megna at koyra ábyrgdarfult, er kanska neyðugt at seta nakrar avmarkingar.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Preben Hansen.

 

Les eisini Ung skulu ikki koyra bil um náttina 

 

-Eg eri bangin fyri at politikkararnir fara einki at gera. Tá vanlukkur koma eitt sindur upp á avstand, gloymir man trupulleikan aftur og so verður einki gjørt.

 

- Kanska vit skulu seta krossar við navni á upp, har fólk hava latið lív í ferðsluni, okkurt meiri hándgrípiligt, sigur Preben. Okkurt má í øllum førum gerast, sigur hann, tí vanlukkurnar eru ov nógvar.

 

Les eisini Meiningsloysið má steðga