Sum ein møguligur íleggjari undrar tað meg, at leiðslan longu nú velur at brúka viðtøkubroytingina frá aðalfundinum 3. apríl, hvar aðalfundurin heimildaði nevndini í felagnum at keypa egin partabrøv fyri ein prís, sum hægst má víkja 10 prosent frá marknaðarprísinum (í praksis merkir hetta tó 10 prosent yvir marknaðarprísin, tá tað er torført at hugsa sær, at nakar vil selja undir marknaðarprísin).
Tann stóri spurningurin sum eftir stendur er: Hví velur leiðslan í Atlantsflog at sleppa sær av við ein so stóran part av íløgu síni í einum felag, sum leiðslan hevur fult innlit í....?
Tá hugsað verður um tað stutta tíðarskeiðið sum er fráliðið frá viðtøkubroytingini, kann framferðin hjá leiðsluni í Atlantsflog lætt tulkast sum um, at leiðslan sær framtíðarútlitini hjá Atlantsflogi sum verandi sera døpur, og hon nú vil tryggja sær, at fíggjarliga tapið, sum íløgan í Atlantsflog síðan skrásetanina á virðisbrævamarknaðinum 10. desember ’07, fram til nú, hevur havt við sær ikki gerst enn størri.
Herumframt hevur fleiri ferðir verið at lisið í fjølmiðlum tíðindir um óhepnar tekniskar trupulleikar við flogførunum hjá Atlantsflog, og í hesum døgum er eitt nú í donskum fjølmiðlum enn fleiri tíðindir av sama slag um flogfør av slagnum BAe 146. T.d. kann í Nyhedsavisen, www.avisen.dk, leygardagin 21. juni, undir yvirskriftini “SAS’s nye fly gasser piloterne” lesast, at flogfør av slagnum BAe 146 á www.pprun.org, eitt forum fyri professionellar flogskipara, verður kalla “gasskamarið”, meðan ein flogskipari verður siteraður fyri at siga: “BAe 146 er en gammel bunke junk, som pumper forskellige mængder giftige gasser i alle kabiner. Det bliver ved med at ske over hele verdenen, og der er ingen, som gør noget ved det. Jeg går ud fra, at retssagerne kommer senere”.
Framferðin hjá leiðsluni í Atlantsflog, teknisku trupulleikarnir, sum eru staðfestir við flogførum av slagnum BAe 146 – bæði hjá Atlantsflog og aðrastaðni – og hækkandi orkuprísirnar styrkir mistankan um, at leiðslan í Atlantsflog hevur latið seg í sín fíggjarliga bjargingarvest, og ger klárt til at eina neyðlending.
Fremsta uppgávan hjá einhvørjari virkisleiðslu er at skapa og økja um virðið hjá virkiseigarunum. Síðani skrásetanina á virðisbrævamarknaðinum tann 10. desember ’07 til 20. juni ‘08, er kursurin á partabrøvum í Atlantsflog fallin fra 261 til 219 (tó bert um tú ikki fekk selt partabrøv til Atlantsflog tann 20. juni), og partaeigararnir eru sostatt vornir 16% fátækari. Spurningurin er nú, hvørja ávirkan framferðin hjá leiðsluni í Atlantsflog fær fyri kursin á Atlantsflog partabrævinum í næstum, og um leiðslan soleiðis røkir egin áhugamál ella áhugamál partaeigaranna?
Eitt er tó heilt vist, álitið á Atlantsflog partabrævinum er ikki vorðið betur.









