Eplaveltan hjá Barnahúsinum Margit

Í mai mánaði vóru øll børnini í Barnahúsinum Margit í Klaksvík við til at seta eplir niður, og væl er komið burtur

- Vit hava við spenningi fylgt við og sæð slokkarnar veksa, og um miðan september tóku vit eplir upp, sigur Ann Mari Kjølbro, leiðari við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Tey settu 100 eplir niður og fingu uml. 700 uppaftur, so tey eru sera væl nøgd.

- Í dag, 21. september, hava vit havt epladag í barnagarðsstovunum, har børnini hava verið við til at gjørt ymiskar eplarættir.

So bleiv eitt sjálvtøkuborð dekkað við eplamosi, eplabátum, pomfrittum, rómaeplum og vanligum kókaðum eplum. Afturvið fingu tey frikadellur. Alt smakkaði sera væl, og børn og vaksin hava hugnað sær.