Eplafestivalurin verður skjótt

29. september verður Eplafestivalurin á Sandi

29. september verður árligi Eplafestivalurin á Sandi. Eplafestivalurin er hátíðin hjá føroyskum rávørum - bæði tí, sum veksur í veltum, og tí, sum gongur á beitum og í høgum.

 

Á festivalinum plagar at vera marknaður, har alskyns rávørur og úrdráttir fáast, umframt matur. Tiltøk, veitsla og kappngar verða á skránni, og m.a. verður Neytalortakappingin 2018.

 

12. september var fyrireikandi fundur, og sandoyingar hava arbeitt uppá at gera klárt til stóra dagin seinastu dagarnar. Fyrireikararnir lýsa tiltakið sum deiliga hugnaligt og bygdasligt. Eisini verður upplýst, at skráin og meira kunning um festivalin kemur seinni.