Enskur trúboðari skal jarðast í Føroyum

Brother Clifford er deyður og verður grivin í Fuglafirði mánadagin

Mong munnu hava sæð bláa dupultdekkara bussin, sum enski trúboðarin Clifford Edwards brúkti til sítt kristna virksemi.

 

Brother Clifford, sum hann varð kallaður, vitjaði javnan í Føroyum fyri at boða kristna boðskapin, og bussurin var fleiri ferðir her. Seinnu árini brúkti hann minni akfar.

 

Týsdagin 18. januar doyði Clifford Edwards 76 ára gamal í Írlandi.

 

Frá 1996 var Brother Clifford í kristnari tænastu, og hann vitjaði at byrja við býir í Onglandi. Síðan fór hann eisini til Wales, Skotlands og Írlands, og sum fráleið vitjaði hann eisini onnur lond – 17 lond tilsamans.

 

Brother Clifford fekk eitt serligt samband við Føroyar, hevði nógv vinfólk her, og hann hevði samband við fleiri kristnar samkomur.

 

##med2##

 

Fyri fleiri árum síðan bæð Brother Clifford um gravarstað í Fuglafirði.

 

– Passið sigur, at eg eri bretskur statsborgari, men hjartað hevur serligan kærleika til Føroyar, og eg meti meg veruliga vera ein av tykkum. Eg var føddur í Onglandi, men tá ið Harrin kallar meg heim, kemur kroppur mín til tykkara. Eg ynski at verða jarðaður í Fuglafirði, tí tit eru mítt fólk, og tykkara land er mítt land, skrivaði Brother Clifford á heimasíðu sínari fyri nøkrum árum síðani.

 

Mánadagin verður hann grivin í Fuglafirði. Jarðarferðin verður úr Siloa kl. 13.00.

 

Eyðkendi bussurin hjá Brother Clifford