Ein enskur trolari hevur fingið metstórt sektaruppskot fyri ólógliga veiði í grønlendskum sjógvi Reiðaríið hjá enska trolaranum Marbella umhugsar nú, um tað skal taka av einum sektaruppskoti frá donsku sjóverjuni í Grønlandi.
Sektaruppskotið er upp á 1,825 mió. krónur. Tað umfatar bót, og at hald verður lagt á ólógliga veiði.
Sjóverjuskipið Hvidbjørnen tók Marbella undir Eysturgrønlandi fyrradagin. Tað vísti seg, at skipið hevði fiskað ólógliga, og at tað heldur ikki hevði tað neyðuga fiskiloyvið umborð.
Longu tann 7. september boðaði eitt fiskirannsóknarskip frá, at enski trolarin fiskaði í einum øki, sum hann ikki hevði loyvi at fiska í. Hann fekk boð um at gevast, men helt kortini fram við fiskiskapinum.
Veður og annað gjørdu, at tað bar ikki til at seta fólk umborð á trolaran fyrr enn fyrradagin.
Kelda: Grønlands Kommando