Enskur landsliðsleikari heim vegna deyðsfall í familjuni

Jermain Defoe er farin heim til Onglands eftir at pápi hansara er deyður. Ongin leikari verður tikin inn í staðin, tí mett verður at Jermain Defoe verður aftur at síggj rundanum landsliðið áðrenn dystin móti Fraklandi mánadagin.

 

Enska landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til EM endaspælið í Póllandi og Ukraina, sum byrjar fríggjadagin. Tað verður tó uttan Jermain Defoe í nakrar dagar, tí hann er farin heim til Onglands tí pápi hansara er deyður, skrivar BBC.

 

29-ára gamli Tottenham framherjin verður helst skjótt at síggja aftur í Krakow, har enska landsliðið heldur til. Wayne Rooney er leikbannaður tveir teir fyrstu dystirnar og tí er brúk fyri øllum framrættaðum kreftum til dystirnar móti Fraklandi og Svøríki.