Enskur fótbóltstíðindamaður væntar eitt brak í Madrid

Enski fótbóltstíðindamaðurin, Andy Mitten, sum er kendur frá enska fótbóltstíðarritinum "FourFourTwo", og frá heimaleikskránni hjá Manchester United "United We Stand" væntar eina javna áttandapartsfinalu millum Real Madrid og Manchester United.

 

Andy Mitten væntar, at viðhaldsfólkini hjá Manchester United fara at heiðra Christiano Ronaldo áðrenn dystirnar á Santiago Bernabeu og á Old Trafford, men ikki undir sjálvum dystunum.

 

Andy Mitten væntar tveir javnar dystir, men hann heldur, at spælara fyri spælara er Real Madrid betri, meðan Manchester United hongur betur saman, sum ein eind. Real Madrid hevur nógvar einstaklingar, sum ikki altíð draga sama veg.

 

Fyrrapartin prátaði Rás2 við Andy Mitten, sum sæst á myndini saman við Lionel Messi. Tað ber til at hoyra prátið við Andy Mitten undir greinini.