Tríggir dystir eru spældir í EM-endaspælinum í Fraklandi í dag. Eftir sigurin hjá Fraklandi ímóti Rumenia í gjárakvøldi skuldi seinni dysturin í bólki A avgreiðast, meðan báðir dystirnir í bólki B eisini vórðu spældir í dag.
Klokkan 14 var ein dystur av tí bleytara slagnum, tá ið Sveis og Albania hittust. Tað mest áhugaverda við dystinum var óivað tað, at brøðraparið Xhaka umboðaði hvør sína tjóð. Stóribeiggin, Thaulant Xhaka, var við á albanska liðnum, meðan lítlibeiggi hansara, nýinnkeypti Arsenal-leikarin Granit Xhaka, spældi við Sveis. Tað bleiv Granit Xhaka, ið vann hetta brøðraslagið, tí at dysturin endaði 1-0 til Sveis. Málið bleiv skorað longu eftir fimm minuttir av miðverjanum, Fabian Schar.
Harvið hevur Sveis lagt átikið sær oddasessin í bólki A saman við Fraklandi.
Fyrr í dag vann Wales 2-1 ímóti Slovakia í bólki B. Meira um dystin kann lesast HER.
Dagsins síðsti dystur byrjaði klokkan 20, tá ið Ongland og Russland hittust í Marseille. Ongland legði seg á odda eftir 73 minuttir, tá ið Tottenham-leikarin, Eric Dier, skoraði við frísparki, sum russiski málverjin helst burdi tikið. Tað líktist einum enskum sigri eftir hetta málið, men í sjálvari yvirtíðini javnaði Vasili Berezutski. Hetta var ikki heilt í tráð við leikgongdina, tí at russar skaptu fáar málmøguleikar. Sostatt mugu onglendingar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at hála sigurin í heim í fyrstu royndini í hesum EM-endaspælinum.
Áhugavert er at nevna, at tað ongantíð hevur eydnast Onglandi í landsins EM-søgu at vinna teirra byrjunardyst í einum EM-endaspæli. Í ár er 9. ferðin, at England luttekur í EM, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað ríku fótbóltstjóðini at vinna sín byrjunardyst. Samlaða úrtøkan frá byrjunardystum Ongland ígjøgnum árini er fimm javnleikir og fýra tap.
Tessvegna er Wales nú einsamalt oddalið í bólki B eftir fyrsta leikumfar.
Hagtøl:
Albania-Sveis 0-1 (0-1)
0-1: Fabian Schar, 05.
Wales-Slovakia 2-1 (1-0)
1-0: Gareth Bale, 10.
1-1: Ondrej Duda, 61.
2-1: Hal Robson-Kanu, 81.
Ongland-Russland 1-1 (0-0)
1-0: Eric Dier, 73.
1-1: Vasili Berezutski, 90.
Støðan í bólki A :
1 | Frakland | 1 | 1 | 0 | 0 | 2:1 | 3 |
2 | Sveis | 1 | 1 | 0 | 0 | 1:0 | 3 |
3 | Rumenia | 1 | 0 | 0 | 1 | 1:2 | 0 |
4 | Albania | 1 | 0 | 0 | 1 | 0:1 | 0 |
Støðan í bólki B :
1 | Wales | 1 | 1 | 0 | 0 | 2:1 | 3 |
2 | Russland | 1 | 0 | 1 | 0 | 1:1 | 1 |
3 | Ongland | 1 | 0 | 1 | 0 | 1:1 | 1 |
4 | Slovakia | 1 | 0 | 0 | 1 | 1:2 | 0 |