Enskt blað: Leicester eigur at takka Føroyum

"The National" nevnir orsøkina til, at Leicester City kundi seta Ranieri í starv, og hvørjum tey eiga at takka

- Leicester City eigur at takka Føroyum fyri dreymin, sum gjørdist veruleiki mánakvøldið. Teir nýggju, ensku meistararnir høvdu neyvan verið so væl og nágreiniliga vegleiddir, stýrdir og vandir til at fremja hetta stóra bragdið, um tað ikki var fyri fótbóltsdvørgin í Norðuratlantshavinum. Um vit bara fara 18 mánaðir aftur í tíðina, so kom Ranieri til tað punktið, at hann misti starvið, sum venjari hjá grikska fótbóltslandsliðnum, tá teir á heimavølli taptu ímóti Føroyum.

 

Enska blaðið "The National" skrivar hesi ótrúligu orðini. Føroyar fáa í hesum døgum nógva umvegis umtalu, nú Claudio Ranieri hevur framt tað størsta bragdið í søguni hjá bestu ensku fótbóltsdeildini við at vinna við einum undirtippaðum liði, sum hevði odds uppá 5.000 at gerast enskur meistari. 

 

"The National" skrivar eisini, at føroyska fótbóltslandsliðið gjørdi nakað, sum fá lið hava gjørt seinasta hálvtannað árið, nevnliga at vinna á einum liði hjá Claudio Ranieri. "The National" vísur á, at bara tvey fótbóltslið, umframt Føroyar hava vunnið á einum liði hjá Claudio Ranieri. Tað eru bara Arsenal og Liverpool, sum hava vunnið á Leicester í Premier League kappingini hetta kappingarárið.

 

Enska blaðið visur eisini á, at tá Grikkaland tapti ímóti Føroyum, vóru Føroyar nummar 187 á FIFA-styrkislistanum, meðan Grikkaland tá var nummar 18 á sama styrkislista. 

 

Soleiðis kunnu vit í Føroyum sóla okkum óbeinleiðis í søguni hjá Leicester. Og málið hjá Jóan Símun Edmundssyni ímóti Grikkalandi, 14. november 2014 er nú veruleikanum enn meiri minniligt og søguligt, enn vit góvu okkum far um fyri hálvumøðrum ári síðani.