At evran er nógv viknað seinastu vikuna hjálpir eisini væl til at styrkja pundið. Væntað verður eisini, at enski tjóðbankin hækkar rentuna 1/4% á fundinum næsta hósdag. Um enska pundið verður samanborið við størstu samhandilslondini hjá Onglandi sæst, at enska pundið nú er tað sterkasta, tað hevur verið í nærum 14 ár. Enska pundið kundi í dag á middegi keypast fyri 1238,37 móti 1222,78 fyri viku síðani.