Ensk bók um grindadráp lítla undirtøku

Eg føli ikki, at føroyingar hava nakra yvirordnaða strategi sum nú er, fyri at upplýsa um okkara síðu av grindadrápinum, sigur Øssur Eysturoy.

Í gjár hevði Rás 2 eina samrøðu við Sissal Kristiansen úr Havn, sum í Berlin mátti standa til svars fyri grindadrápið, tá hon annars skuldi royna at selja og profilera sína brúkslist við merkinum Shisa Brand.

- Tað kennist rættiliga vónleyst at kjakast við hesi fólkini um grind og grindadráp, tí tey byggja sínar meiningar á kenslur, heldur enn veruleikan, segði Sissal Kristiansen, og hesi sjónarmiðini kennir Øssur Eysturoy úr Havn aftur.

 

Hann býr og arbeiðir í Svøríki, og troyttast av, at hann í heilum skal tosa um grind allastaðni, tá hann sigur seg vera úr Føroyum.

 

- Eg valdi tí at skriva eina bók á enskum, sum skal upplýsa serliga útlendingar um, hvat veruliga hendir, sigur Øssur Eysturoy.

 

Øssur Eysturoy, sum hevur skrivað eina bók á enskum um grind og grindadráp, so serliga útlendingar skulu vita, hvat veruliga hendir, og alt ikki er, sum Sea Shepherd og aðrir felagsskapir royna at billa fólki inn.

Bókin eitur Red Sea: Whaling in the Faroe Islands og er at fáa á Amazon.com.

Annars er Sea Shepherd tema í vikuskiftissosialinum, sum fæst um alt landið.