Enn størri fokus

Vitjanin hjá FIFA-forsetanum kann bara vera við til at økja um fokus á Føroyar, heldur FSF-forsetin, Dánjal Andreasen

vitjan

- Hetta er kanska ikki nakað, sum vit beinleiðis koma at merkja ávirkanina av alt fyri eitt.
Hetta eru fyrstu orðini, sum FSF-formaðurin, Dánjal Andreasen, hevur at siga, tá vit spyrja hann, hvat FSF ítøkiliga kann fáa burturúr fínu vitjanunum, sum Fótbóltssambandið fær í ár.
Men hann leggur tó afturat, at hann als ikki er í iva um, at upp á longri sikt, kann hetta bara vera til fyrimuns fyri Føroyar og føroyskan fótbolt.
- Hetta eru jú teir báðir mætastu menninir innan heimsfótbóltin, og bara tað, at teir koma her, skapar eina rúgvu av umrøðu. Lennart Johansson hevur jú verið her áður, sum formaður fyri svenska fótbóltssambandið, men sum UEFA-forseti er munandi størri áhugi fyri, hvørjum hann tekst við.
- Og so er tað Blatter. Tað eru at kalla altíð fjølmiðlafólk við, har hann ferðast, og tí eri eg næstan vísur í, at útlendski áhugin fyri hesi vitjanini verður stórur. Ikki minst tá tað samstundis verður lagt saman við einum landsdyst, soleiðis at miðlarnir tá kunnu fáa tvey fyri eitt á eini føroyavitjan. Við at sýna fram land okkara fyri honum og annars við at sýna vanligt føroyskt gestablídni eri eg ikki í iva um, at fótbólturin soleiðis í enn størri mun kann vera við til at seta Føroyar á heimskortið.

Kann ikki skaða
Eitt er, at hetta á hendan hátt kann verða enn eitt skump til føroysku ferðavinnuna sum heild, men hartil metir Dánjal eisini, at vitjanin kann gagna FSF.
- Sum sagt, so er ikki akkurát nakað ítøkiligt, sum vit kunnu fáa her og nú. Men júst Blatter hevur á nógvum økjum verði sera aktivur við at stuðla minni londunum í FIFA. Eitt nú var hann sera aktivur, tá sonevndi GOAL-grunnurin varð stovnsettur. Uttan hendan grunnin ? og stuðulin frá landsstýri og býráðnum ? hevði so als ikki verið gjørligt hjá okkum at bara hgusa um nýggja bygningin við Tórsvøll.
- Tað er so í øllum førum nakað, sum vit kunnu vísa honum, nú hann kemur á vitjan, og í aðrar mátar kunnu vit so eisini kunna hann um, hvørjum ætlanum vit arbeiða við. Bæði innan sjálvan fótbóltin og so eisini umstøðurnar hjá fótbóltinum.
- Eitt er so heilt víst. Tað kann undir ongum umstøðum skaða okkum, at vit á hendan hátt kunna bæði Johansson og Blatter um okkara fatanir og ætlanir, og so má tíðin vísa, um tað enntá kann vera beinleiðis at gagni, sigur Dánjal Andreasen at enda.