Enn meira svik  Annita!

Eg havi lisið viðmerkingarnar hjá Annitu á Fríðriksmørk í samband við dupultleikin hjá tjóðveldismanningini í málinum um skúladepilin í Marknagili.

Eg skilji væl at Annita er frustrerað. Frustratiónir í Tjóveldisflokkinum var júst heitið á greinini hjá mær í samband við svik Tjóðveldisfloksins mótvegis skúladeplinum.
Men Annita ! - tað skerst ikki burtur, at tveir framstandandi tjóðveldistingmenn  harav tann eini valdur í suðurstreymi  alment bæði uppá skrift og í talu hava beint tekniska skúla í Havn til Klaksvíkar.
Eg havi loyvt mær at taka hetta álop Tjóveldisfloksins á skúladepilsætlanina í Marknagili í ramasta álvara. Allir tingmenn vita, hvussu viðbreki málið um skúladepilin í Marknagili er, og at einhvør semja í hesum málið er veik og løtt at telva í spønir.
Tað, sum eg vildi við grein míni, var :

- at takka samgonguni fyri ta semju vit hava funnið
-at vísa á at alt ella onki politikkurin hevur nærum kvalt yrkisútbúgvingarnar í Havn
-at harmast um at Tjóðveldisflokkurin spælir dupultspæl í skúladepilsmálinum

Eg skilji væl, at Annita roynir at sláa alt upp í glens og soleiðis sløra veruleikan í málinum  eg eri tó ikki vísur í, at Annita heldur hetta vera serliga skemtiligt. Mitt í øllum bjóðar Annita at leggja høvur sítt á blokkin sum trygd fyri, at Tjóðveldisflokkurin stendur aftanfyri Skúladepilin í Marknagili.
Men Annita eg hevði ynskt, at henda trygdin var til staðar, tá hon gjørdi munin  hon telur bara ikki eins nógv, nú samgongan  uttan hjálp frá Tjóðveldisflokkinum - er komin undir land við eini semju í málinum.
Tjóðveldisflokkurin er heilt einkult kroystur at atkvøða fyri málinum.
Eg kann tó bara fegnast um at Tjóðveldisflokkurin (íroknað Tobba og Finn) gongur í seg sjálvan og tekur undir við málinum soleiðis, sum tað nú fyriliggur.


Enn meira svik
Nú málið kemur aftur úr mentunarnevndini sæst, at Tjóðveldisflokkurin hevur lagt á annan bógv í eini nýggjari roynd at forkoma skúlaætlanini. Nú eitur tað seg, at skúladepilsætlanin er fíggjarliga óforsvarlig.
Raslað verður við øllum vápnum. 80-ini verða grivin fram aftur, stuðul til fiskivinnuna, manglandi gjøgnumskygni og búðskaparligt forderv, og eg veit ikki hvat. Álvartos, hvar eru vit ?

Lógin, sum er ætlað at fíggja sjálveigandi vinnuskúlar og sum verður brúkt í hesum føri, fær av at vita.
Lógin er nr 106 frá 1998. Um vit kaga í lógartekstin og viðmerkingar til lógina so sæst, at hon er sera greið.
Lógin er gjørd til handilsskúlan og teknisku skúlarnar í Havn og Klaksvík og er m.a. ætlað at nýbyggja og umbyggja nevndu skúlar. Lógin lýsir, hvussu sjálvseigandi vinnuskúlarnir skulu stjórnast og eisini heilt greitt, hvussu fíggingin skal útvegast, tá byggjast skal.

Nú kundi ein fingið ta fatan, at tað eru vit fólkaflokksmenn, sum hava hálað henda fíggingarleistin burtur úr reyvalummanum.
Lógin, er sum nevnt frá 1998 og er nr 106. Hon er løgd fram av Signari á Brúnni, tjóðveldislandsstýrismanni í mentamálum í november 1998 og vælsignað av Karstini Hansen tjóðveldislandsstýrismanni í fíggjarmálum um somu tíð.
Hon bleiv samtykt á tingið 22. december, 1998 við 26 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Lógin kom í gildi 1. januar 1999.

Tekur dupultspæl og svikalótir Tjóðveldisflokksins ongan enda í hesum málið ?

Hovstunnilin.
Bert ein lítil heilsan til Annitu her loksins. Lógin um vinnuskúlar er sera greið, fíggingarleisturin er greiður og lógin stríðir ikki ímóti nakrari játtanarskipan.
At brúka partafelagslógina til at byggja Hovstunnilin var hinvegin í stríð við alla lóggávu og siðvenju innan alt partafelagsvirksemi

Fari at ynskja tekniska skúla og handlisskúlanum tillukku og øll góð ynskir framyvir og vóna at lógin um at byggja skúladepilin í Marknagili verður til gagns fyri allan skúlaungdómin í Føroyum.