Enn hevur veturin ikki givið upp

Góða veðrið varar ein dag ella tvær afturat, men seinast í vikuni kemur kuldin aftur, sigur DMI.

Eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum liggur nærum stilt og lýggj luft streymar yvir Føroyar av útsynningi. Týsdagin fer ein kuldabrúgv framvið Føroyum úr vestri og hevur við sær ein kaldari luftstreym úr vestri. Hósdagin fer enn ein kuldabrúgv framvið Føroyum úr útnyrðingi, og køld luft við ælaveðri floymir yvir Føroyar úr útnyrðingi.

   

Sunnudagin eitt lot til andøvsgul, fyrst og fremst av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sum frá líður skínir sólin. Hitin millum sjey og tíggju stig. Um náttina niður eitt lot ella eitt gul av suðri, undir 5 metrar um sekundið. Turt og skýggjað ella í støðum mjørki og hitin millum tvey og seks stig.

 

Mánadagin eitt lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og løtur við sólskini. Hitin um átta stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Hitin millum fýra og átta stig.

 

Týsdagin eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum fýra og níggju stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin Hitin millum fýra og níggju stig.

 

Hósdagin og fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul, í støðum upp í strúk í vindi, av vestri og útnyrðingi, 5 til 12 metrar um sekundið. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og okkurt æli, møguliga vátaslettingur. Hitin um dagin um fimm stig, um náttina niður móti frostmarkinum.