Fótbóltur
Hóast evstamark fyri eini treytaleysari afturtøku av fútabanninum hjá HB var leygardagin, so tykist havnarfelagið als ikki at hava nakran sum helst skund í so máta.
- Fríggjadagin boðaðu vit FSF frá, at vit ikki ætlaðu at fylgja boðunum um at taka bannið treytaleyst burtur innan leygardagin. Og vit kenna tað eitt sindur órímiligt, at eitt mál, sum hevur koyrt í somikið drúgva tíð, brádliga skal avgreiðast eftir eftir degi, sigur Steinfinnur Mittelstein, sum er stjóri í P/F Havnar Fótbóltur.
Hann sigur, at HB síðani hevur sett seg í samband við ÍSF fyri at vita, hvussu teir skulu fyrihalda seg í málinum, í kvøld fer nevndin í felagnum so aftur at fundast fyri at vita, hvørji stig nú skulu takast.
Við Útvarpið leygardagin varð sagt, at HB sum so hevði uppnátt part av tí, sum ætlanin var við fútabanninum. Nevnliga at FSF fekk at vita, at Ítróttardómstólurin skal sleppa at tala. Men hóast hetta, so hevur FSF ikki sent Dómstólinum tey skjølini, sum eru neyðug, um Dómstólurin skal viðgera málið, og fyrr enn tað er gjørt, kann málið ikki avgreiðast á hesum stað.