Verkfall
Enn eru semingsmenniniri kki til reiðar at gevast við semingsroyndunum.
Tað vóru teir í hvussu so er ikki á beint fyri evstamark hjá Sosialinum á miðdegi í gjár.
Høgni Høgnesen segði tá, at teir framvegis umhugsaðu støðuna, men at støða ikki varð tikin.
Støða var heldur ikki tikin til um semingsuppskotið skuldi sendast til frumatkvøðugreiðslu.
Hann sigur, at tað er ein møguleiki, sum semingsmenninir hava og tí hevði hann nevnt møguleikan fyri feløgunum, uttan at nøkur sum helst avgerð varð tikin.
Á miðdegi í gjár ivaðist hann framvegis um uppskotið verður sent til frumatkvøðu og hann veit ikki, um nakað endamál er í tí.
Hann hevur lagt sær í geyma mótstøðuna, sum arbeiðarafeløgini hava. Og eftir at hava kannað, hvussu atkvøðugreiðalsan fer fram, ásannar hann, at hann skilir mótstøðuna hjá arbeiðarafeløgunum.
Hann veit heldur ikki, hvussu langa tíð, ein slík atkvøðugreiðsla hevði tikið, ella um tað yvirhøvur letur seg gera, nú verkfall er og postflutningurin eisini er óregluligur.
?Tekur ein slík atkvøðugreiðsla tvær, tríggjar vikur, er tað ein spurningur um tað er nakað endamál í tí.
Støðan er tann, at verkfallið stendur við ímeðan ein slík atkvøðugreiðsla fer fram, tí semingsmaðurin kann ikki áleggja feløgunum í verkfalli at taka arbeiðið upp ímeðan.
Spurningurin er, hvat semingsmenninir so fara at gera .
Hann ásannar, at partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum, at tað er trupult at finna semju.
Á miðdegi í gjár var hann kortini ikki til reiðar at geva skarvin yvir.
? Tað kann ikki útihýsast, at vit gera eina roynd afturat, segði hann.