Enn eru ov fáir dómarar

Framvegis er trot á dómarum í bæði Elektron-kappingini hjá kvinnum og Atlantic Airways-kappingini hjá monnum. Tað hevur so aftur ta avleiðing, at neyðugt er at gera tillagingar í kappingini, so hædd verður tikin fyri, at dómarar eru tøkir til einstøku dystirnar.

Tveir kvinnudystir verða í dag klokkan 15, annar í Vági millum VB og Neistan og hin í Klaksvík millum Stjørnuna og Kyndil. Klokkan 18 verður so ein mansdystur í Klaksvík millum Team Klaksvík og Neistan.

Í morgin verða tveir dystir á Skála, har kvinnurnar hjá StÍF og VÍF spæla klokkan 14.30 og menninir hjá somu feløgum klokkan 16, tá eisini ein dystur byrjar í Kollafirði millum KÍF og Kyndil.