Í dag hava russiskir diplomatar sambært tíðindastovuni AP rátt forsetanum, Vladimir Putin, til at halda fram við samrøðunum við vestanlond um spenningin, sum er á markinum millum Russland og Ukraina.
AP veit eisini at siga, at russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, eisini hevur rátt forsetanum til at halda fram við samrøðunum við USA og tess sameindu, hóast russisku krøvini ikki eru gingin á møti.
Um spurningin, hvørt tað tænir nøkrum endamáli at halda fram á diplomatiskum stigi, skal Sergej Lavrov sambært AP hava sagt, at hann framvegis eggjar til samráðingar.
Sambært útlendskum miðlum er týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, farin til høvuðsstaðarnar í ávikavist Ukraina og Russlandi, Kiev og Moskva, í einari seinastu roynd at byrgja upp fyri einari russiskari innrás.
Seinastu dagarnar er spenningurin øktur á markinum millum Russland og Ukraina, og fyri farna vikuskiftið ávaraði USA um, at Russland nú hevur nóg mikið av herfólki til eina innrás í Ukraina.
Russland hevur ferð eftir ferð endurtikið, at landið hevur ongar ætlanir um eina innrás, men við fleiri enn 100.000 herfólkum við markið, halda vestanlond fram við hernaðarliga at styrkja seg í Nato-londunum eystanfyri.
Fleiri lond hava heitt á sínar ríkisborgarar um at fara úr Ukraina, tí tey halda ikki, at støðan er trygg. Men, nú hevur so uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sagt, at enn eru møguleikar fyri diplomatiskum loysnum í stríðnum.











