Enn er óvist nær farið verður undir sjálvt arbeiðið at bora tunnilin til Dals. Tað sigur Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á Landsverki.
Hann sigur, at í hesum døgum verður arbeitt við at fyrireika boringina.
– Tað er grivið oman av til inntakið og nú verður sprongt niður í lendið fyri sjálvum tunnilsmunnanum. Men tey hava ikki ásett dagin, nær fyrsta skotið verður latið av, sigur Fríðrik Heinesen.
Landsverk hevur fingið níggju milliónir til Dalstunnilin í ár og tað er ein spurningur, hvussu nógv er eftir av játtanini, tá ið fyrireikingarnar eru lidnar og tað er klárt at bora.
Tí er óvist um nakað verður sprongt í ár, ella um boringin byrjar til næsta ár. Hinvegin skal støða eisini takast til um fara verður undir boringina á vetri.
Tað er somuleiðis ein spurningur um, hvussu stór játtanin á fíggjarlógini verður næsta ár.
Men játtanin í ár er bara níggju milliónir, og verður hon tann sama næsta ár, eru bara pengar til at bora fyri í eitt hálvt ár, ella knappliga tað.
Dalstunnilin er 2.200 metra langur og átta metrar breiður. Afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin, samstundis sum at 3.000 metrar av verandi vegi skulu breiðkast.
Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka umleið fýra ár, treytað av at nøktandi játtan verður latin. Tað eru trý ár at bora tunnilin og eitt ár at gera hann lidnan.
Tað, tey kalla eina nøktandi játtan er 20 milliónir um árið, tí so kunnu tey arbeiða alt árið, og so klára tey at bora 750 metrar um árið.
Men verður játtanin verðandi níggju milliónir um árið, fer tað sostatt at taka seks, ella sjey ár at bora tunnilin, og eitt ár at gera hann lidnan.
Dalstunnilin verður mettur at kosta ímillum 75-85 mió. krónur við vegum og øllum.